Reglugerð fyri Skúlan á Argjahamri
Reglur galdandi fyri allan skúlan:
- Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
- Eta og drekka í matarsteðginum og annars bert fríløtunum
- Søtmeti og sodavatn er bert til serligt høvi
- Hugnakrókar og líknandi støð, skulu ikki brúkast at eta í
- Tá skúladagurin er av, skulu allir stólar vera hongdir upp undir borðið í minstu støðu
- Í hvørjum flokki skal røklaskipan vera
- Meginreglan er, at hvør deild eigur sítt øki
- Bóltspæl fer fram í høllini, í Látrinum ella uttanfyri.
- Felagsøkini verða nýtt eftir nærri avtalaðum reglum
Reglur fyri grunddeildina:
- Børnini í Grunddeild fara út í fyrra fríkorterinum
- Útiøkið er oman til pisurnar og yvir til Tváttá
- Næmingarnir hava ikki loyvi at brúka fartelefon í skúlatíðini.
- Innandura valdar friður, vit ganga inni og kunnu renna úti.
Reglur fyri miðdeildina:
- Næmingarnir fara út fyrsta fríkorter (garðvaktin kann geva undantøk, um veðrið er ov vánaligt)
- Vit lata okkum úr skónum innanfyri úthurðina og seta skógvarnar á hillina í miðdeild
- Í matfríkorterinum kunnu næmingarnir vera inni, um atferðin er í lagi og reglurnar verða hildnar
- Næmingarnir skulu ikki handfara tastatur ella teldur í skúlastovuni.
Reglur fyri hádeildina:
- Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
- Talvurnar/teldurnar skulu bert brúkast í undirvísingini.
- Eingi bóltspøl á Hádeild
- Øll rudda upp eftir sær
- Ikki er loyvt at eta og drekka í teimum bleytu møblunum.
Skúlin á Argjahamri er ein telefonfríur skúli
Skúlastýrið fyri Skúlan á Argjahamri avgjørdi tann 04.03.2025 at seta telefonforboð í gildi í skúlanum. Hetta verður sett í verk við skúlaársbyrjan í august 2025. Forboðið fevnir eisini um snild-ur.
Skúlastýrið saman við skúlanum setir hetta forboð í verk, tí vit ynskja, at næmingar skulu fáa betri skúlatrivnað sum heild.
Ein telefonfríur skúli letur millum annað upp fyri
- styrktum djúphugsni
- styrktum felagsskapi
- styrktum kt-dannilsi
- styrktum trivnaði, spæli og læring
Hava næmingar tørv á at fáa samband við foreldrini, eru telefonir tøkar á øllum deildum. Foreldur kunnu eisini ringja til skrivstovuna hjá skúlanum. Bert í heilt serligum førum verður givið frávik frá forboðinum.
Reglugerð
Um næmingur hevur telefon/snild-ur við uttan loyvi og brúkar tólið í skúlatíð, er galdandi:
- Fyrstu ferð: Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.
- Aðru ferð: Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.
- Triðju ferð: Næmingurin verður sendur heim restina av skúladegnum. Skúlaleiðslan kunnar heimið, og tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.
Samskifti:
- Vit hava virðiligt samskifti
- Vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum
- Niðrandi samskifti og ókvæmisorð verða ikki góðtikin
- Samskifti fata bæði um munnligt og skriftligt samskifti, umframt samskifti á talgildum miðlum.
- Virðiligt samskifti er við til at skapa gott samstarv og ein jaligan felagsskap