Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

29/02/2024

Næmingarnir í forskúlanum sungu í Naina

Tá man gongur í forskúlanum, so er tímatalvan ikki, sum vanligar tímatalvur. Hvønn mikudag eru tey á ferð úti í býnum og uppliva ymiskt. 

Í gjár vóru tey eisini á ferð. Hesaferð gekk leiðin niðan í Hvíldarheimið Naina at syngja. Forskúlin hevur nemliga fleiri dugnalig starvsfólk, sum eisini duga at spæla uppá ljóðføri. Búfólkini vóru væl nøgd, tí ikki nógv er betri enn at hoyra børn syngja frá hjartanum.

Í desembur var forskúlin í Tilhaldinum og sungu fyri teimum.