Næmingar
Støddfrøði

Pangea - støddfrøðiskapping


Sum tit longu hava sæð. so hava næmingar havt onkrar Pangearoyndir við heim, tí vit hava gjørt hetta í skúlanum. Her er ein kunning um Pangea:

Pangea er ein støddfrøðiskapping, sum er í fleiri londum. Í fjør var fyrstu ferð, at hetta varð roynt í Føroyum, tá gott 400 næmingar í floksstignum 3. til 9. flokk luttóku. Í ár er talið komið uppá 650 næmingar. Næmingar úr 3. flokki kappast sostatt móti øðrum 3. floksnæmingum í Føroyum. 4. flokkur og 6. flokkur á SAH, eru eisini tilmeldaðir.

Roknihátturin er sindur meira líkandi MENSA kanningum, enn tað næmingarnir vanliga eru vanir við í støddfrøði. Hetta er tí vit hava gjørt nakrar royndir frammanundan, so teir kenna tilfarið.

Kappingin er skipað soleðis, at mánadagin 13. mars verður 1. umfar. Tá fáa næmingarnir eina roynd, har 15 spurningar eru á. Teir fáa 60 min til at loysa uppgávuna. Royndin verður latin inn til Pangea Føroyar dómsnevndina, sum síðani rættar uppgávurnar.

Um nakar næmingur klárar seg so mikið væl, at hann kemur í toppin millum allar 3. floksnæmingar í Føroyum, so sleppur hann víðari til 2. umfar, sum verður hildið seinni í vár í Eysturskúlanum. Verður hann aftur í toppinum tá, kemur hann í finaluna um at gerast besti støddfrøðisnæmingar í sínum árgangi í Føroyum.

Jóhan og Mariann

Lesið meira her: http://pangea-dysten.dk/