Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

13/06/2020

Spæliliðið fingið prógv

Spæliliðið í skúlanum á Argjahamri skúlaárið 2019/20, sum er mannað av Martu, Almu, Báru, Marjuni, Silju, Jesper og Nils, øll úr 7. flokki, hava spælt ymisk spøl fleiri fríkorter um vikuna við forskúlan, 1. og 2. flokk henda veturin. 

Hesir næmingarnir úr 7. flokki hava megnað at tikið ábyrgdina hesa tíðina sera væl. Tey hava verið sjálvstøðug, íðin og fyrimyndarlig. Í hesum sambandi hava tey fingið eitt prógv, sum eina viðurkenning fyri teirra arbeiði.