Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/10/2019

Skrivigleði frá 2.-4. oktobur

Nógvar kanningar vísa, at tað, ið ein næmingur festir á blað, mennir fatanina og lesingina, og at skrivitilgongdin eisini er ein háttur hjá næminginum at ogna sær vitan og at gera vitanina “ til sína egnu”.

Sum vit øll kenna til, so er tað ofta lættari at fáa tey yngru at skriva og tekna, og heldur meira avbjóðandi at fáa eldru næmingarnar í gongd.

Tað eru sera nógvir ymiskir hættir, hvussu eitt slíkt átak kann gerast, men aftur í ár, so verður dentur lagdur á : At skriva “ frá hjartanum” ella “frá livrini”.

Tann fjalda læran er, at hvør einstakur næmingur skúlans finnur sína skrivigleðina fram og kensluna at megna.