Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/06/2019

Innbjóðing til komandi 1. flokk

 

Allir næmingar, sum byrja í 1. flokki í Skúlanum á Argjahamri eftir summarfrítíðina,

eru vælkomnir at vitja okkum Mikudagin 12. juni kl 17.30. Foreldrini eru sjálvandi eisini boðin við.

 

Vit hittast Miðrók, sum er felagsøki í skúlanum. Her hitta tit skúlastjóran og komandi lærararnar.

 

Á skrá verður kunning um skúlan og ein rundsýning. Tit sleppa sjálvandi eisini at síggja floksstovuna.

 

Vit síggjast!