Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/03/2019

Samlaðu rusk i 20 minuttir

Í samband við at 5. flokkur fer at hava um rusk í Náttúru og tøkni, var ein kapping hildin millum skúlastovurnar. 

Kappingin varð skipað soleiðis, at skúlastovurnar kappaðust um, hvør kláraði at samla mest rusk saman runt um skúlan uppá 20 min.

Og jú, bæði børn og lærarar vórðu skelkaði av mongdini av ruski. 3 fullar svartar posar!

Tað endaði javnt millum stovurnar, so vit samdust um, at vit øll vóru vinnarar í dag, tí vit høvdu gjørt mun fyri umhvørvið.