Skrivað hevur Símun Abrahamsen

18/08/2018

Krúnprinsahjúnini við børnum vitja Skúlan á Argjahamri

Enn einaferð fær Skúlin á Argjahamri "statsliga vitjan"

Hósdagin 23. august fáa vit í skúlanum á Argjahamri vitjan av Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu.

Eisini børnini eru við: Christian, 12 ár,  Isabella, 11 ár og tvíburðarnir Vincent og Josephine, 7 ár.

Fylgið kemur kl. 11 og verður móttikið av leiðslunum á skúlanum og frítíðarskúlanum. -og ikki minst av næmingum, sum við fløggum heilsa krúnprinsafamiljuni frá svalanum framman fyri skúlan.

Fylgið gongur niðan til Miðrók, har næmingar eisini sita, og her kunnu tey m.a. síggja føroyskan dans.

8.fl fer at framføra meira nútímans rørslur og dans.

Víðari gongur leiðin niðan til Frítíðarskúlan, har børnini eisini vísa síni kynstur fram í høllini.

Á veg av stað aftur verður heilsað upp á børnini í barnagarðinum við síðuna av.

Hetta er ikki fyrstu ferð vit fáa hábærsliga vitjan: Íslendski forsetin vitjaði fyri góðum ári síðani, og tá var heldur ikki spart upp á fløggini...