Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

02/04/2018

Jóhann og Hørður í finaluni!

Jóhann Lenvig úr 5. flokki og Hørður Joensen úr 7. flokki, hava roknað seg í Finaluna í Pangea, sum verður í Norðurlandahúsinum 28. apríl.

Nú eru 5 næmingar eftir í hvørjum floksstigi, og vinnur man hetta umfarið, so kann man kalla seg fyri Føroya besta roknara í sínum aldursbólki!

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum!