Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

11/01/2018

Forskúlin á Argjahamri

Eftir summarfrítíðina byrjar aftur forskúli í skúlanum á Argjahamri.

Vit hava nú í trý ár havt eitt spennandi og mennandi forskúlatilboð.

Við forskúlanum ber til at fara inn í eina skipaða læri- og spælitilgongd, so børnini gerast kend við viðurskiftini í einum komandi 1. flokki.

Hetta er ein brúgvabygging millum dagstovn og skúla.

Fakliga verður bygt oman á teir lunnar, ið lagdir eru í heimi og dagstovni.

Leikur og spæl eru týðandi partur í forskúlanum, og læringin tekur støði í spæli.

Í forskúlanum verður arbeitt við hesum høvuðsøkjum:

Mál og málmenning, náttúru og náttúrufyribrygdum, rørslu og motorikki, sosialum førleikum, samstarvi og handa- og listagávum.

Gerandisdagurin í forskúlanum verður skipaður í samstarvi millum pedagogar og lærarar.

Virksemið skal stuðla fjølbroyttu menningini hjá tí einstaka barninum.

 

Innskriving í forskúlan fer fram á http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1586 fram til fríggjadagin 19. januar 2018.

 

Foreldragjaldið fyri forskúla saman við gjaldi fyri frítíðarskúla er tað sama gjaldið sum fyri barnagarð