Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/10/2017

Fiskikongarnir koma úr 6. flokki!

Tey vóru á flot við Westward Ho tann 11. september og fingu 80 fiskar, sum var tað mesta, nakar flokkur fekk. Tað er fastur táttur, at í september verður skipað fyri fiskitúrum við næmingum í 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir við 6. flokkunum “Á flot við Westward Ho” eru skipaðir, sum ein fiskikapping, soleiðis at tann bólkurin, ið hevur fiskað mest – flest fiskar – fær steyp til ognar.

Í morgun var steypahandan á Skúlanum á Argjahamri, har Annika Olsen, borgarstjóri, handaði næmingunum úr 6. flokki steyp til ognar. Hon segði m.a.:

- Tað er, at fegnast um, at “Á flot við Westward Ho” fær so góða undirtøku millum skúlarnar, og aftur í ár hava allir 6. flokkarnir í kommunalu skúlunum verið á floti við sluppini. Tilsamans 15 túrar hava verið. Tað er misjavnt, hvussu nógv bólkarnir hava fingið, og hvussu tað hevur viðrað, men tilsamans hava næmingarnir fingið 519 fiskar.

 

Tað er ikki heilt ókent á skúlanum at vinna fiskikappingina, tí bæði í 2009 og 2010 vunnu 6. flokkarnir úr skúlanum kappingina. 

Lærarar i Náttúru og tøkni eru Búi Brattaberg og Hans Fróði Jensen