Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

02/06/2017

5 næmingar í finaluni!

Um vikuskiftið var hálvfinalan í Pangea Støddfrøðiskappingini í Eysturskúlanum. Skúlin á Argjahamri hevði 9 næmingar við í kappingini í 3. flokki og í 4. flokki.

Úrslitið var, at 5 næmingar komu í finaluna. Sjúrður Henriksen og Ári Jacobsen úr 3. flokki og Jóhann Lenvig, Jákup Hentze Davidsen og Elsebeth Háberg Andriasardóttir úr 4. flokki.

Finalan verður í Smæruni (Starvsmannafelagnum) 10. juni.