Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/05/2018

Hørður er føroyameistari í Pangea!

Leygardagin 28. apríl var finalan í Pangea í Norðurlandahúsinum. Skúlin á Argjahamri hevði 2 næmingar við. Jóhann Lenvig umboðaði 5. flokk og Hørður Joensen 7. flokk.

Hørður Joensen gjørdist stinnasti næmingur í sínum árgangi og kann kalla seg Føroyameistara í støddfrøði fyri 7. flokk. Jóhann telist millum 5 teir bestu roknararnar í 5. flokki í Føroyum!

Í ár luttóku 1836 næmingar úr 15 ymiskum skúlum víða um í landinum í kappingini. Av hesum høvdu 35 roknað seg í finaluna, 5 í hvørjum árgangi. Endamálið við støddfrøðikapingini er at vísa næmingunum á støddfrøðina í skúlanum og geva næmingunum við áhuga og hegni í støddfrøði ein pall at vísa síni evni fram á.