Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/06/2020

Serstøk prógvhandan á Argjahamri

At 9. flokkur fær sítt prógv handað hesar dagar, er ikki sjálvsamt, tí tað hendir á hvørjum ári. Tó, so var prógvhandanin í Skúlanum á Argjahamri, nakað heilt serligt. Hesin árgangurin er nemliga tann fyrsti, ið bara hevur gingið á Argjahamri, ímun til allar undanfarnu árgangir. Allir hinir árgangirnir hava onkursvegna verið á gamla Argja skúla í nøkur ár og vóru við til at flyta niðan í Skúlan á Argjahamri í august 2011. 

Hesin árgangurin var eisini tann fyrsti, sum ikki var býttir upp í A og B flokk frá 1. degi, men var ein stór eind, líka til tey fóru í 7. flokk, tá flokkurin fór í tvey. 

Skúlin á Argjahamri, leiðsla og starvsfólk, vilja ynskja tykkum hjartaliga tilukku við próvnum og blíðan byr, hvar tit enn so fara.