Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

15/06/2020

Escape room kapping

9.a hevði eina spennandi escape-room kapping í alis- og evnafrøði, har tað ráddi um at samstarva og finna loysnir. Tey arbeiddu sera hugagóð, og teir bólkarnir, ið loystu allar uppgávurnar, sluppu at royna seg við krukkuni við vinninginum. Tað var ein sera fegin bólkur, ið vann.