Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

14/05/2020

Vælkomin aftur í skúla

E-n-d-i-l-i-g-a! - segði Rigmor Dam, landstýriskvinna í skúlamálum, tá Glasir endiliga lat upp.

E-n-d-i-l-i-g-a! siga vit eisini.

Vit gleða okkum til at síggja 9. flokk, 8. flokk, 7. flokk og 6. flokk aftur mánadagin 18. mai!

- Tá vit sleppa at hava fult næmingatal aftur, í hesum løgnu tíðum, so er tað tó við eini ávísari ábyrgd av hvør øðrum.

Her eru handreinføri og frástøða av allarstørsta týdningi.

So áheitanin frá okkum til tykkum næmingar er:

Vaskið hendur javnan - eftir leiðbeining frá skúlanum og haldið, so væl sum gjørligt, frástøðu upp á ein metur frá hvør øðrum!

Vælkomin

Skúlin á Argjahamri