Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/05/2020

Fleiri flokkar aftur í skúla

Komandi vikurnar koma nakrir flokkar aftur í skúla

Eftir boðum frá Mentamálaráðnum koma tríggir flokkar aftur í skúla í næstum.

Talan er um 4., 5. og 9. flokk.

Mánadagin 4. mai sleppa 4. flokkarnir aftur í skúla,

týsdagin 12. mai eru tað 5. flokkarnir

og aftur eina viku seinni, mánadagin, tann 18. mai, koma 9. flokkarnir aftur!

- at 5. flokkarnir byrja týsdag og ikki mánadag, kemst av at mánadagurin er ein av frídøgunum, sum skúlar sjálvir kunnu leggja sær. (sí yvirlit yvir frídagar í skúlaárinum)

“Hja nógvum man tað vera ein lætti at sleppa aftur í skúla og fáa ein meira skipaðan gerandisdag.

Og ikki minst at møta vinum og floksfeløgum aftur!

Hendan tíðin man hava verið løgin hjá fleiri:

Tá grunddeildin lat upp aftur herfyri, møtti ein næmingur upp í flokki, sum var 1 ár eldri enn hansara. Tá lærarin spurdi hvønn flokk hann gekk í, svaraði hann at hann gekk í 1., men nú skuldi hann í annan flokk!“

Steðgurin hevði helst tókst honum, sum summarferia :-)

 

Símun