Skrivað hevur Símun Abrahamsen

25/03/2020

Kunning til foreldur

Kunning um støðuna í løtuni og um samskiftið við skúlan

Góðu foreldur!

Landstýrismaðurin í Mentamálum hevur verið í miðlunum og boðað frá at skúlar eru stongdir til 3. páskadag ella týsdagin 14. apríl.

Í komandi døgum verður hildið áfram við heimaundirvísing væl vitandi um, at møguleikarnir hjá tykkum kunnu verða ymiskir at stuðla undir heimaarbeiði, men at hvør roynir sítt besta eftir førimuni.

Aðaltátturin er at hava ein góðan gerandisdag í heiminum og eitt ávíst reglusemi í at gera heimaarbeiði.

Yngstu flokkar arbeiða mest í bókum og eldru meira við teldum.

Lærarnir um flokkin kunna tykkum um tilfar og heimasíðir at fara inn á inni á flokssíðunum.


Teir leggja regluliga tilfar út, og tit eru altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslærara ella lærara í tí ávísu lærugreinini, um tað er um tilfar ella onkrir aðrir spurningar.


Eru spurningar til skúlan, eru tit altíð vælkomin at ringja ella senda teldupost.

 

Marjun Holm, skúlastjóri