Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

09/03/2020

Skúlin sóknast eftir námsfrøðingi at byrja 1. apríl

Skúlin sóknast eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki at byrja 1. apríl 2020 við setanarbrotinum 0.6 í okkara hádeild. Starvið er tíðaravmarkað fram til summarferiuna 19. juni 2020 við møgulleika fyri at halda fram eftir summarferiuna.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum

· dugir væl at samstarva og samskifta

· vil menna seg sjálvan og skúlan

· sýnir næmingum og undirvísing sín eldhuga

· vil fevna ymiskleikan og styrkja felagskapin

 

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

 

Umsóknir

Umsóknir, við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum, skulu vera skúlastjóranum í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2020 kl. 15.00

 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til

Marjun Holm, skúlastjóra, á tlf 302510 ella 221466. Eisini ber til at senda teldupost til skúlan: marjun.holm@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir