Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/03/2020

Starvsfólkini á kunningarferð

Skúlin á Argjahamri leggur seg eftir eftir at skapa fjølbroytni í undirvísingini og at eggja til læring hjá einstaka næminginum.

“Flekstímar” er ein tilelvandi undirvísingarháttur, sum skapar gott grundarlag fyri, at allir næmingarnir verða sæddir og hoyrdir í skúladegnum, og at næmingarnir sjálvir hava høvi til, innan fyri givnar karmar, at leggja sína læring til rættis.

Mikudagin 11. mars kl. 11.30 fara øll starvsfólk á vitjan í Frískúlanum Keldan at kunna seg um, hvussu tey har hava skipað seg í verki við hesum undirvíngarhátti.

Leygardagin 14. mars arbeiða starvsfólkini í skúlanum við at leggja ítøkiligar fleksætlanir at brúka í undirvísingini.

Hetta ávirkar skúlagongdina hjá mið- og hádeild henda mikudagin, so at næmingarnir fáa frí kl. 11.30.