Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/02/2020

Vaskifólk til Skúlan á Argjahamri

Søkt verður eftir vaskifólki til Skúlan á Argjahamri at byrja sum skjótast.

Talan er um vaskiarbeiði 4 tímar um dagin allar skúladagar eftir skúlatíð.

Tað er neyðugt at tann, ið settur verður, er fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni í samband við børn og ung

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Umsókn

Umsókn við møguligum viðmælum skulu sendast til

Skúlan á Argjahamri

Glyvursvegur 44

160 Argir

- ella við telduposti til sah@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 14.februar.

Meira fæst at vita um arbeiðið við at venda sær til Rúna Sørensen, húsavørð, tlf. 215388.