Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/01/2020

Føroyskan dans trettanda

Trettanda kvøld jóla var gamalt dansikvøld mangastaðni í Føroyum. Umframt jóla- og nýggjársbygdir vóru tað eisini sokallaðar trettanda bygdir.Tá komu fólk úr grannabygdunum hagar at dansa og hugna sær saman við bygdarfólkunum,  og  fyri mong hevur hesin siður at vitja aðrar bygdir fyri at skemta og hugna sær saman við vinum og kenningum kanska verið eitt kærkomið høvi at leggja tað gerandisliga strevið eitt sindur til viks, nú hávetur  var.

6. januar er sum kunnugt trettandi dagur jóla. Gomul søgn er, at tá leita kóparnir sær upp á land fyri at skemta og spæla. Teir lata  seg úr haminum og líkjast tá fólki. Teir fremja leik og dans á helluni við sjóvarmálan alla náttina, og ikki fyrr enn tað degnast í eystri lata teir seg aftur í hamin og fara á sjógv.  

At dansa føroyskan dans trettanda, er siður á skúlanum og tí fóru vit upp á gólv í dag. Vit samlaðust øll í ítróttarhøllini 3. tíma, har vit kvóðu í trý korter.