Skrivað hevur Símun Abrahamsen

13/12/2019

Jóladøgurði

Jólaborðhald við valfaki í 8. flokki í heimkunnleika.

Jólaborðhald við valfaki í 8. flokki í heimkunnleika

Matarskráin: 

  • Stokt dunna
  • heimagjørt reyðkál
  • brúnkaðið eplir
  • sós

Omaná:

  • Mandlurís

Angin frá stoktu dunnuni fekk meg at gloppa hurðini til heimkunnleika.

Barasta soo jólaligt.

Fýra mans og lærarin stákaðust við fullari ferð.

Dunnan sá út, sum hevði hon ligið á onkrari baðistrond á Gran Canaria í longri tíð - væl og virðiliga skoldað.

Tá liðugt var, og tey sessaðust við borðið, var tað sum á jólum!

Eg var ikki boðin og fekk tí heldur einki burturav :-(

Men eg skilti aftaná at alt smakkaði fantastiskt - serliga sósin!

Og mandluna? Ja, henni fór lærarin við!

Símun

es. Hetta var seinnapartin og tað skýmdi skjótt og sum prikkurin yvir i´ið, so skein mánin yvir Nólsoyarfjørð. Fullur!!