Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

29/11/2019

Pyntidagurin 2019

Seinasti fríggjadagur í novembur, er ein serligur dagur. Tá er dagurin, sum flest øll elska, nevnliga pyntidagurin. Tey elstu plaga at byrja at pynta kl 10, meðan tey yngstu pynta frá morgunstundini.

Vanliga er man inni í sínum flokki saman við sínum lærarum. Nøkur velja at hava samanskot til matarsteðgin, meðan onnur velja at hava piparnøtur og mandarinir til øll.

Miðdeildin hevði, sum nakað nýtt, eina jólaløtu kl 11, har tey sungu jólasangir og lurtaðu eftir jólasøgu.

Jú, dagurin riggaði væl. Myndir síggjast her!