Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

29/11/2019

8.a vann filmskapping

Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum hjá Námi. Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er 7 minuttir. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er.

Dómsnevndin valdi at býta vinningin millum allar tríggjar finalistarnar, so 8.a vann 10.000 kr. Hinir báðir filmarnir komu av Glasi og Tekniska skúla í Klaksvík. 

Glasir og skúlin á Argjahamri vóru best umboðaðir í kappingini, men filmar komu eisini frá Tekniska skúla í Klaksvík, Hoyvíkar skúla, skúlanum við Løgmannabreyt og Eysturskúlanum.

Filmurin hjá 8.a sæst her

Meira kann lesast um filmskappingina her