Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/11/2019

Kunning um dagarnar undan jólum

Seinastu dagarnir undan jólafrítíðini eru skipaðir á ein øðrvísi hátt eftir hesi skrá:

 

Mánadagin 16.desembur er vanlig skúlagongd.

Skipað verður fyri hugnaløtum í Miðrók í 3.tíma.

 

Týsdagin 17.desembur  er vanlig skúlagongd.

Skipað verður fyri hugnaløtum í Miðrók í 3. tíma.

 

Mikukvøldið 18.des kl 18.00 er jólahald fyri foreldrum  í Miðrók við sangi, tónleiki og sjónleiki.

Kaffi, saft og smákøkur eru at fáa á deildunum/í stovunum aftaná framførslurnar.

 

hósdagin 19.des kl 10.00, er jólahald fyri næmingum 

Næmingarnir møta í høllini til framførslur og jólatræ kl 10.00. Skúlin er opin kl 8.00, so tey, sum hava tørv á at møta fyrr, hava møguleika fyri tí.

 

fríggjadagin 20.des kl 10.00 er kirkjugongd Næmingarnir møta í kirkjuni.

Skúlin er opin kl 8.00 og næmingarnir sum møta fyrr, verða fylgdir av starvsfólki oman í kirkjuna.

Teir næmingar sum skulu í frítíðarskúla eftir skúlagongd, fara niðan aftur á skúlan saman við sínum lærarum.

 

Mánadagin 6. januar kl 8.00 byrjar skúlagongdin aftur.