Í dag fekk 6. flokkur vitjan av manningini á Westward Ho og umboðum frá Jógvani Weihe. Orsøkin var, at 6. flokkur hevur luttikið í fiskikappingini hjá Westward Ho.
Hóast tað ikki rakk til eitt vinnarapláss fyri flest fiskar, so vann Bjarta Káradóttir fyri stórsta fisk. Bjarta fiskaði tann 27. august ein tosk, sum vigaði 8,5 kg. Fyri hetta vann hon eina flotta tráðu frá Jógvani Weihe.
Fiskikappingin er nakað, sum allar 6. flokkarnir gleða seg til og tí skal manningin á Westward Ho fáa eina hjartans tøkk fyri góðar upplivingar.