Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

03/10/2019

306 næmingar runnu 2487 kilometrar!

Mikudagin 2. oktobur runnu næmingarnir á Argjahamri 2487 kilometrar! 

Kl. 10,01 hittust allir næmingarnir í skúlagarðinum, har Marni og Ann Chanett skipaðu fyri upphiting. Síðani var runnið undir Kongavarða, AB-húsið og síðani út á Glyvurnes. Úti á 10 km fingu næmingarnir heitt kakao, so orka var til heimferðina.Komin í skúlan, fingu næmingarnir heiðurskjal, sunkist og banan.

Tað sum sermerkti hesa renningina var, at heili 191 næmingar runnu 10 km. Tað er heilt ótrúlga flott!