Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

06/06/2019

Spæliliðið fingið prógv

Í seinastu viku fingu Lucas, Reiðar, Ári, Randi, Brynja og Joan prógv handað av sjálvum borgarstjóranum, Anniku Olsen, fyri at hava virkað í Spæliliðnum í eitt skúlaár.

Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum. Tað eru nakrir av eldru næmingunum, sum skipa fyri, teir eru úr í 6./7. flokki. Hesir næmingar hava verið á skeið, har teir hava lært, hvussu teir kunnu standa fyri hesi uppgávu.

Ein partur í uppgávuni hjá Spæliliðnum er at bøta um trivnaðin, og tað gera tey fyrimyndarliga við at skipa fyri aktivitetum í fríkorterunum, sum teir yngru næmingarnir kunnu taka lut í.

Skúlin takkar fyri áhugan og ynskir tykkum hjartaliga tillukku!