Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

21/05/2019

Kunning um nýggja lániskipan hjá Varðanum

Rykkjari frá Býarbókasavninum

Góðu foreldur,

Um tit fáa ein rykkjara ella eina áminning frá Býarbókasavninum, sum tit ikki kennast við, er orsøkin helst tann, at barn tykkara hevur lænt eina bók á skúlabókasavninum, og at lánitíðin er farin.

Á heystið 2018 skifti Tórshavnar býarbókasavn og øll skúlabókasøvnini í kommununi bókingarskipan. Av tí at skúlabókasøvnini virka undir Býarbókasavninum, fáa foreldur áminning um bøkur umvegis telduboð frá Býarbókasavninum, hóast lánið er skrásett á skúlabókasavninum, har barnið gongur í skúla.

Vit hava sett fram ynski til veitaran av skipanini um at fáa hetta broytt, so tað sæst hvørjum skúla telduboðini koma frá. Vónandi halda tit okkum tilgóðar, inntil hetta kemur í rættlag. Eisini heita vit á tykkum um at hjálpa børnunum at minnast til at lata bøkurnar inn, har tær eru læntar.