Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

01/05/2019

Mánadagin 6. mai fáa næmingar í 4.-9. flokki frí kl 11.20

Mánadagin 6.mai fara starvsfólk skúlans á skeið í "Brotnari tímatalvu" frá 11.30 - 18.00.
Skeiðið snýr seg í stuttum um at skipa undirvísingina á ein øðrvísi hátt,
sum í størri mun tekur støði í førleikunum hjá tí einstaka næminginum.

Hetta er fyrsta kunnandi tiltakið í mun til "Brotna tímatalvu".
Meira fæst at vita á www.ugeskemarevolutionen.dk

Næmingarnir frá 4 -9 fl. fáa frí eftir kl 11.20
Næmingarnir frá 1 -3 fl. hava vikarar til Frítíðarskúlin byrjar.