Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

26/03/2019

5 næmingar komu víðari í Pangea

1. umfar í Pangea Støddfrøðiskappingini var í februar. Úrslitið frá kappingini er komið og kunnu vit gleðast um, at vit hava 5 næmingar víðari til hálvfinaluna. Næmingarnir eru:

Hørður Herason úr 5. flokki

Jóhann Lenvig úr 6. flokki

Hørður Joensen úr 8. flokki

Hákun Dalsgaard úr 8. flokki

Eyðun Tausen úr 8. flokki

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og bestu eydnu í hálvfinaluni!

 

Hálvfinalan verður í Eysturskúlanum leygardagin 29. mars frá kl 11.00-14.00.

Kl. 11.00
3. - 6. flokkarnir gera seg til reiðar

kl. 11.15
Hálvfinalan hjá 3. - 6. flokki byrjar

kl. 12.15 
Hálvfinalan hjá 3. - 6. flokki endar.
7. - 9. flokkarnir gera seg til reiðar

kl. 12.40 - 13.40
Hálvfinalan hjá 7. - 9. flokki endar