Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

04/03/2019

Ársins grýlur 2019

Føstulávintsmánadagur er altíð ein serstakur dagur á Argjahamri, tí nógvar flottar grýlur eru at síggja og lagið er gott. Onkur er farin tíðliga úr songini í morgun, fyri at náa at verða klár til skúlan. 

Dagurin byrjar altíð við at grýlur ganga runt og skáa hvønn annan. Tá hetta er liðugt, verður farið uppá gólv. Tað er inni í ítróttarhøllini, og tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa 350 næmingar at dansa í takt ;)

Tá næmingarnir hava fingið okkurt at leska sær við, verður ársins grýlur valdar. 3 grýlur fyri hvørja deild. Onkrar grýlur eru saman, sum tit síggja á myndunum. 

Dagurin endar við at vit sláa tunnu.

Sí fleiri myndir her