Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

28/02/2019

Føstulávintshald við tunnusláing verður mánadagin

Mánadagin 4. mars 2019 verður føstulávintshald við tunnusláing her á skúlanum.

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 9:00. Skúlin letur upp áðrenn kl. 8, um onkur hevur brúk fyri at møta fyrr.

Um viðrar verður farið til gongu, sum vit plaga, og aftaná fara vit upp á gólv.

Okkurt leskiligt verður at fáa, og ársins grýlur verða valdar.

Tað er vanlig skúlagongd týsdagin 5.mars.

Her síggjast myndir frá Føstulávintshaldinum í fjør