Skrivað hevur Jóhan T. Lervig

19/09/2018

Rennidagur verður fríggjadagin 21. septembur

Fríggjadagin 21. septembur verður rennidagur.

Vit byrja dagin við vanligari undirvísing 1. og 2. tíma. 

3. tíma, ella kl 9.50, hittast vit í garðinum til upphiting og síðani verður teinurin runnin (Sí mynd).

0.-3. flokk fer í Frítíðarskúla, tá renningin er liðug.

4.-8. flokk hevur frí aftaná renningina.