Skúlaárið 2023/24

Føstulávintshald 12. februar

Føstulávintsmánadagur er altíð spennandi. Nógvar kreativar, óhugnaligar og stuttligar grýlur. Tá vit møta í skúla, sleppa næmingarnir at ganga runt og síggja hvønn annan. Síðani verður føroyskur dansur í høllini. Eftir dansin verður farið í stovurnar at hugna sær við onkrum leskiligum til 9. flokkur er klárur at velja ársins grýlur. Eftir tað er tunnusláttur!