Skúlaárið 2017/18

Flaggdagsløtan 24. apríl 2018

3. tíma í dag var flaggdagsløta í fyri øllum næmingum. Vit hittust í Miðrókini, har Eyðun á Borg skipaði fyri saman við 5. floksnæmingum. Føroyskir sangskattir vórðu sungnir og ymiskir tekstir, sum høvdu eitt hvørt við flaggsøguna at gera, vórðu lisnir upp. Ein góð og minnilig løta.