Skúlaárið 2016/17

Miðdepil Føroya og Geocache

7.a hevur verið útferð frá Mannafelsdali til Kaldbaks í dag, 21. juni 2017.

Á ferðini ætlaðu tey at finna "Miðdepil Føroya", og tey so gjørdu, men tey funnu eisini nakað annað, ið var heldur óvæntað. Tey funnu ein veruligan dýrgrip.
Dýrgripurin er ein partur av einum heimsumfatandi spæli, ið eitur "Geocache", ið kundi mint eitt sindur um PokemonGo.
Tit kunnu lesa meir um Geacache á myndini og á www.garmin.com/dk/geocaching

Ein sera góður og hendingaríkur dagur!