Fráboðan
Við kunngerð er ásett, at árliga skúladagatalið hjá næmingunum er 193.

Næmingar hava skúlaskyldu, og skulu tí serligar orsøkir til at biða um fríloyvi.

Floksleiðari kann geva frí 1 - 2 dagar. Er talan um meira enn 2 dagar, skal skúlaleiðslan geva loyvi.

Foreldur skulu boða frá í góðari tíð. Skúli, t.e. lærari og foreldur, gera avtalu um heimaarbeiði, ið foreldur fylga við í, á flokssíðuni.

Treytin fyri at leiðslan gevur hetta loyvi, er, at foreldrini skrivliga minst 14 dagar frammanundan hava biðið um frí til næmingin, og at foreldrini hava gjørt avtalur við avvarðandi lærarar um møguligt heimaarbeiði, meðan næmingurin er frá skúla.