Næmingar
Tíðindi

Tíðindi í 2.A

Nýggj foreldraumboð eru funnin :)

 

Tær eru:

Eva mamma Saxo

Guðrun mamma Børku

Beinta mamma Christian Elias

Súsanna mamma Kristian

Heidi mamma Jónas T.

Hey

 

Tey sum ikki hava fingið hetta skriv í mailinum. Kunnu tit senda okkum ein mail.

Bjørg: bp2909f8@skulin.fo

Juanita: jh2706u2@skulin.fo

 

 


Trivnaðar- og nøgdsemiskanning í skúlanum á Argjahamri. Argir, 5. juni 2017

Góðu foreldur
Í samband við endurskoðan av trivnaðarætlan skúlans, hava vit sett okkum fyri at gera eina trivnaðarkanning á skúlanum skúlaárið 2016/2017.
Vit ynskja at fáa innlit í, hvussu støðan er á okkara skúla, fyri at kunna seta út í kortið ætlanir fyri komandi árini.
Vit hava biðið Gallup Føroyar gera kanningina, hvørs endamál at finna út av hvussu trivnaðurin er í skúlanum, og hvussu nøgdsemið er við skúlan.
Teldupostur verður sendur frá Gallup Føroyum fríggjadagin 9. juni við leinkju, brúkaranavni og loyniorði til at innrita seg í eina skipan, har spurningarnir eru.
Vit fara at heita á tykkum foreldur, um at svara kanningini saman við barni tykkara, soleiðis at úrslitini verða so eftirfarandi, sum gjørligt. Hetta tekur bert fáar minuttir.
Um tit foreldur hava fleiri børn í skúlanum á Argjahamri, fáa tit ein teldupost við brúkaranavni og loyniorði fyri hvørt barnið. Vit mæla eisini til at svarað verður saman við hvørjum barni sær.
23 spurningar er við undirspurningum í hesum økjum:
- visjón og virðisgrundarlag
- kunning
- samskifti
- menning
- innihald
- trivnaður
- happing
- skúlaumhvørvi
- skúlastýri
- heimasíða
Flestu spurningar hava stiga frá 1 til 10, har 1 altíð er tað lægsta, minsta, ringasta v.m.
og 10 altíð er tað hægsta, størsta, besta v.m.
Kanningin er frá 9. juni til og við mánadagin 19. juni 2017 á midnátt.
Við vón um góða undirtøku.
Vinarliga
Skúlin á Argjahamri, Marjun Holm

Barnakórtiltak við 1. flokk

Í nakrir týsdagar hevur 1. flokkur havt vitjan av barnakórleiðarunum Kára Bæk og Joanu Johansen og fáa sangfrálæru frá teimum. Tað er Tórshavnar Musikkskúli sum í góðum samstarvi við fólkaskúlarnar í Havn er farin undir eina sangverkætlan í 1. flokkunum. Allir 1. floksnæmingar í kommununi - eini 200 børn - eru við í verkætlanini, og hesi fara í felag at framføra sangir, sum tey hava lært hetta skúlaárið. Framførslan verður hósdagin 8. juni kl 19.00 í Norðurlandahúsinum. Atgongumerki kosta 80 kr.

Gevið gætur

Atgongumerkjasølan til sang konsertina í Norðurlandahúsinum hósdagin 8. juni kl. 17 og kl. 18
letur upp mánadagin 22. mai kl. 10.00.
Til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo


Tað verða uml. 200 børn sum syngja, so tað vera nógv um boði, at fáa hendur á atgongumerkjum :-)

Prísurin verður heilt lagaligur 20 ella 30 kr pr atgongumerki.
Peningurin fer til at dekka tær útreiðslur sum eru í smb við av avgreiða konsertina í Norðurlandahúsinum (ljós, ljóð, duravørar o.s.fr.)

Gallaveitsla 18. mai   

Góðu foreldur

Vit í 1. flokki ætla at hava gallaveitslu 18. mai frá kl 18.00 til kl 19.30 fyri næmingarnar
Tað verður sjálvtøkuborð, so næmingarnir taka hvør sín rætt við. Mongdin skal vera til max 2-3 persónar.
Eisini mugu næmingarnir hava eina 20 kr við í skúla at geva ein av okkum lærarum í seinasta lagi 16. mai, til at keypa einnýtis borðbúnað og saft fyri.

Foreldrini eru vælkomin inn til ein drekkamunn og prát tá tey avheinta børnini aftur :)

Vinarliga
1. floks toymið

Myndatøka

Vit royna aftur við myndatøkunum, tí eftir at ein spurnarkanning varð gjørd vísir tað seg enn at vera ein ávísur áhugi fyri myndatøku.

Avbjóðingin hevur verið, at myndirnar verða ikki avheintaðar á skrivstovuni, tí heita vit á tykkum um at tosa við børnini um hesar tveir møguleikarnar.

Myndirnar verða tiknar í forskúla, 1.fl, 4 fl , 7.fl og 9.fl.

Tey, sum skulu bert hava floksmynd á 50 kr, stilla seg ikki upp til einstaklingamyndir.

Tey sum skulu hava floksmynd og einstakligamyndir, gjalda 250 kr.

Gjaldast skal á 6460-2201536 og kvittanin skal við, tá ið myndirnar verða avheintaðar á skrivstovuni

 

Myndatøkan verður mikudagin 29. mars

Meira kunning um myndatøkuna 29. mars

 

 

Hey tit 

Soleiðis síggja nýggju spælibólkarnar út. 

 

Spælibólkar

1: Sandra, Jens Martin, Diana, Kristin, Arina, Uni.

2: Silja, Christian N., Meta, Bjarti, Teresa , Saxo, 

3: Børka, Jóhannes, Halla, Jónas M, Heibrith Maria, Eryk

4: Hanna, Jónas T, Astrid, Rógvi, Linda, Levi

5: Dóra, Hans, Bella, Heidi Alita, Nóa, Kristian

6: Ester, Christian Elias, Birta, Hákun, Eilen, Rósa

7: Birita, Óðin, Svanna, Ragnar, Katrin Emilia, 

8: Bjarta, Jónsvein, Elisa, Ísak, Tóra

 

Barnið sum stendur fyrst á listanum, heldur fyrsta spælibólkin. 

Við vón um, at tit sum við undanfarnu ferð, taka væl undir við hesum tiltakinum 

 

Blíðar heilsanir

 

Uppskot til foreldur


Hvussu tit kunnu hjálpa børnum tykkara við heimaarbeiðinum í 1., 2. og 3. flokki (Lesing)

http://sah.fo/?p=161

 

 



Lesivegleiðing til fyrstu lesingina

Leinkja: Trýst Her

2 ársins grýlur úr 1. flokki :)

Í grunddeild vóru 3 ársins grýlur funnar, og tvær av teimum vóru úr 1. flokki. Tær vóru Meta og Børka, sum høvdu verið ógvuliga kreativar tá teirra búnar vóru gjørdir, onnur var ein sjaldbøka og hin ein "cup cake"

Føstulávint

Kunning

Vit fara at seta borðini í ein hestaskógv, við tí fyri eyga at skapa meira ró í flokkinum.

Eisini fara vit at royna at seta 5 min. av hvønn dag til stillaløtu, har onki er á borðinum.

Vit fara at læra næmingarnir, at telva hvønn hósdag í støddfrøði.

Skúlin/skúlar hevur gjørt eina samstarvs avtalu við Talvsamband Føroya, har okkara nýggi Stórmeistari í talvi, hevur lagt okkum lærarum lag á, hvussu vit undirvísa í talvi.
Vit fara at brúka støddfrøði tíman hósdag til talv framyvir.

Lús er staðfest í 1. fl   26.01.17

So hendi tað aftur, 1. fl hevur fingið lúsavitjan. Minnist til at kemba hárið, so at hetta kann basast :)

Eitt gott hugskot til fyribyrging ímóti lús, er at koyra nakrir dropar av "Tea Tree Oil" í hárshampoo'ið (tað fæst í matas, á apotekinum og líknandi støð). Lýs hata tea tree olju.

Bólkar:    Verkstaðar vika

 

1. Christian Elias, Jens Martin, Bjarta, Birta

 

2. Jóhannes, Bella, Dóra, Teresa

 

3. Hans, Arina, Jónsvein, Elisa

 

4. Kristian, Katrin Emilia, Heidi Alita, Jónas T.

 

5. Bjarti, Eryk, Sandra, Ester

 

6. Nóa, Óðin, Birita, Heibrith Maria

 

7. Jónas M., Ísak, Halla, Børka, Svanna

 

8. Silja, Ragnar, Uni, Hanna

 

9. Tóra, Diana, Levi, Rógvi

 

10.      Hákun, Kristin, Astrid, Meta

 

11.      Eilen, Linda, Rósa, Christian N.

 

 

 

Verkstøð:

1.                  Pluss

2.                  Minus

3.                  C-terningar

4.                  Teldil

5.                  Telda (rokning online)

6.                  Talv

7.                  Súluspøl

8.                  Memory

9.                  Skriving/Frílesing

10.      Putlisøgur

11.      Kreativt (Perla bókstav)

Spælibólkar

 

Her eru spælibólkarnir:

1. Arina, Bjarti, Hanna, Jónas M., Linda
2. Astrid, Dóra, Hákun, Ragnar, Meta
3. Bella, Sandra, Eryk, Jónas T., Tóra
4. Birita, Elisa, Rógvi, Kristian
5. Birta, Halla, Hans, Levi
6. Bjarta. Heibrith Maria, Jens Martin, Ísak, Svanna
7. Børka, Ester, Christian Elias, Nóa
8. Diana Marianna, Eilen, Jóhannes Erik, Ódin, Rósa
9. Heidi Alita, Silja, Jónsvein, Kristin
10. Katrin Emilia, Teresa, Uni, Christian (Christian er nýggjur næmingur, sum byrjar í skúla 23. november)

Jólakalendari

Góðu foreldur.

Læraratoymið hevur havt fund og heldur tað hevði verið hugnaligt at havt ein jólakalendara í flokkinum í desember 2016.

Hvør næmingur letur eina snøgt innpakkaða gávu fyri uml. 30 kr.

Gávan skal vera nakað, sum bæði gentur og dreingir fáa gleði av.
Og í gávuni skal EINKI etandi vera í.
Gávan skal latast lærarunum innan 30. nov.

Eisini ynskja vit, at ein vaksin skrivar eina lítla søgu saman við barni sínum, sum so verður lisin upp, tá ið pakkin verður opnaður.

Planta eitt træ

Hey, øll í 1. flokki.
Hvør næmingur í 1. flokki fær eitt træ at planta. Træið hjá hvørjum einstøkum næmingi fær so eitt nummar í telduskipan skúlans.
Vit planta oman fyri Garðsgøtu/Støðlagøtu niðri á Argjum.
Træsløgini eru vanliga grann og fura.
Eg geri plantiholini klár frammanundan, so tað verður ikki so nógv arbeiði at gera
Øll skulu vera í hóskandi klæðum og kanska gummistivlum.

Tað hevur enn ikki eydnast okkum at planta nøkur trø vegna veður (hvørki gentur ella dreingir), men vit royna aftur í morgin (hósdagin 24. november).

Við viðarlundarkvøðu
Eyðun á Borg

Teldupostar

Tað sær út til, at nøkur foreldur ikki fáa teldupost frá okkum lærarum, tí fara vit aftur at gera eina roynd at fáa fatur á øllum teldupostunum.

Eg havi sent tykkum ein teldupost, sum eitur ROYND, og um tit IKKI hava fingið hann, kunnu tit so skriva til mín allan.michelsen@skulin.fo við tykkara teldupostadressu.

Vh

Allan

 

Her eru ynskini frá foreldrunum 26. sept. 2016

Spælibólkar
Virðing og opinleika
Sukurfríar spælibólkar
Spælibólk
Trivnaður
Skapa felagskapin og fokusera á tað góða samanhaldið
Happing
Opinleika millum foreldur

Árligi rennidagurin verður fríggjadagin 23. septembur.


Vit hava undirvísing 1. og 2. tíma.

Eftir fríkorterið kl 9.51, verður upphiting í skúlagarðinum.

Tá næmingarnir eru lidnir at renna, hava teir frí. 

Frítíðarskúlin og Klubb hava opið sum vanligt.

Knýta bond

Foreldrafundurin har barnið og foreldrini eru í miðdeplinum.

Fundurin verður mánadagin 26. september kl 19.00 í skúlanum á Argjahamri.

 

Boða frá luttøku

Sig flokslærarinum frá hvør umboðar barnið innan fríggjadagin 23. september.

 

Gevið gætur

Tað er umráðandi, at barnið verður umboðað og vilja vit fegin, at bæði foreldrini luttaka.

Lærarar á skeið 21. september

Allir lærarar skúlans fara á skeið í floksleiðslu mikudagin 21. september, í tí sambandi hava allir næmingar frí frá skúlanum.

Kunning um frítíðarskúlan sæst her

Foreldraumboð hjá 1. a

Eftir felags foreldrafundin sum var, gjørdist greitt hvørji foreldraumbodini eru.

Tey eru:

Sólgerð - mamma Katrin Emiliu

Andrew - pápi Biritu

Súsanna - mamma Teresu

Ingibjørg - mamma Levi

Fríða - mamma Óðin

Sigga - mamma Una og Rógva

 

Hesi gera eina innanhýsis avtalu um, hvør skal virka sum formaður/forkvinna.

Teldupostar hjá foreldrum.

Góðu foreldur.

Kunnu tit senda mær tykkara teldupostbústað til allan.michelsen@skulin.fo.

Skriva fyrst navnið á barninum og so teldupostin.

Dømi:  Gunnar: allan.michelsen@skulin.fo

 

Vh

Allan

Strok.

Børnini hava fingið Strok. (Barnablaðið) og haldaraseðil. Fyrsta blaðið er ókeypis. Tað stendur á haldaraseðlanum, hvussu gjaldast kann.

Tímatalva 1. flokkur 2016-17

Felags foreldra kunning verður mikukvøldið 31. august í miðrók (á stóru trappuni) kl 19.00. 

 

Punkt:

Foreldraumboð verða vald.

Kunning um lærugreinirnar

Kunning um lesi innlæring

 

Ringitíðir:

1. og 2 tími:       8.00 - 9.30

3. og 4. tími:     9.50 - 11.20

Matarsteðgur: 11.20 - 11.35

Fríkorter:       11.35 - 11.50

5. tími:           11.50 - 12.35

6. tími:           12.45 - 13.30

7. tími:           13.40 - 14.25

8. tími:           14.30 - 15.15

Reglur galdandi fyri allan skúlan:

Vit lata okkum úr skónum í durunum
Eta og drekka í matarsteðginum og annars bert fríløtunum
Søtmeti og sodavatn er bert til serligt høvi
Hugnakrókar og líknandi støð, skulu ikki brúkast at eta í
Fartelefonin verður bert nýtt í fríløtum
Tá skúladagurin er av, skulu allir stólar vera hongdir upp undir borðið í minstu støðu
Í hvørjum flokki  skal røklaskipan vera
Meginreglan er, at hvør deild eigur sítt øki
Felagsøkini verða nýtt eftir nærri avtalaðum reglum

Reglur fyri grunddeildina:

Meginreglan er, at øll eru úti í fríkortérinum
Viðrar illa, kunnu næmingarnir vera á fríøkinum
Garðvaktin hevur avgerðina
Útiøkið er oman til pisurnar og yvir til Tváttá
Felagsløta eina ferð um vikuna

 

Býti til handverk og list er at finna undir lærugreinir.

Tímatalva 1 flokkur

 
  Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag
   Stø  BP,JÁ,AM  Stø  BP,JÁ,AM,L  Før  LT,JH,AM  Før LT,JH,AM,L  Før  LT,JH,AM
   Stø  BP,JÁ,AM   Stø  BP,JÁ,AM,L  Før  LT,JH,AM  Før  LT,JH,AM,L  Før LT,JH,AM,L
   Før  LT,JH,AM  Ítr  AM,JH,IS,L  Stø  BP,JÁ,AM,L  Før  LT,JH,AM  hli  BP,LT,JH,MD
   Før  LT,JH,AM  ÍTr  AM,JH,IS,L  Stø  BP,JÁ,AM,L  Hei  BP,AM,JH  hli BP,LT,JH,MD
   hei  BP,AM,JH  Før  LT,JH,AM, L  Kri  LT,JH,L  Stø  BP,JÁ,AM