Næmingar
Tíðindi

FM fyri handverkarar

Yrkisdepilin skipar fyri FM fyri handverkarar í SMS. Hetta tiltakið er samstundis eitt kunningartiltak fyri fólkaskúlanæmingar, har tey fáa kunning um yrkisleiðir innan handverk.

7. a og b luttaka og skulu møta í Sankta Frans skúla kl. 13.00.

Vit fara við bussinum kl. 12.33

 

Felags foreldrafundur á Hádeild

Mikukvøldið 4. okt. 2017 kl.19 verður felags foreldrafundur fyri foreldur á Hádeild

Møtt verður í Miðrók, har Jógvan Fríðrikson fer at tosa um evnið: Løtur við trivnaði.

Síðani verður ein kaffisteðgur, áðrenn farið verður inn í flokshølini, har toymið fer at kunna um ymiskt, sum hevur við flokkin at gera.

Vit gleða okkum at heilsa uppá tykkum :)

Vísindavøkan 2017

Myndir frá vísindavøkuni eru lagdar inn undir "Myndir".

Margarinfabrikkin

28. sep. vóru 7. a og b og vitjaðu Margarinfabrikkina, har vit hoyrdu eitt sindur um hvørji tilboð eru fyri ung (7. flokk - 18 ár). 

Tit kunnu lesa meira um Margarinfabrikkina her: http://fabrikkin.fo ella í faldarinum, sum er viheftur niðanfyri.

 

Hjálpið okkum við trivnaðarkanningini

Góðu foreldur í 7.b

Eg havi sent tykkum teldupost við kunning um eitt sindur av hvørjum :) Vinarliga gevið mær boð á rudi.olsen@skulin.fo, um tit ikki hava móttikið teldupostin.

Bh Rudi

 

Kunning til foreldur og næmingar

Astrið er fyribils sjúkrameldað til 1.okt. og vit leita eftir lærara, sum er skikkaður at taka hesa undirvísingaruppgávu á seg. Vit royna at finna eitt fólk, ið hevur teir fjøltáttaðu førleikarnar at taka hesa uppgávu á seg og er ein varug loysn
Brynhild og Christian sum eru eftirløntir lærarar hava tikið sær av hesi undirvísingaruppgávu til onnur loysn er funnin og eru vit fegin um at undirvísingin hevur verið er í tryggum hondum hesa tíðina

Vænti at tit fáa nærri boð í vikuni.

Vh

Marjun
    Ongar myndir

bólkarnir í handaverki og list fram til heystfrítíðina