Tíðindi

Framløguskráin til verkætlanina

Garpagorr og Fljóðfagnaður

Mánadagin 28. februar 2022 verður føstulávintshald við tunnusláing her á skúlanum.

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 9:00. Skúlin letur upp áðrenn kl. 8, um onkur hevur brúk fyri at møta fyrr.

Okkurt leskiligt verður at fáa, og ársins grýlur verða valdar.

Tað er vanligur skúladagur týsdagin 1. mars

 

Skúlin á Argjahamri

Skrá yvir hugnakvøld í 8.a

Skrá fyri ferðsludagar 2022

09.30 Vælkomin!

09.35 Ferðslan í Føroyum – Koyrilærari

10.10 Arbeiðsdagur í ferðsluni – Løgreglan

10.40 Steðgur við jogurt

10.55 Ferðsluvanlukkur – Ambulansutænastan

11.30 Matpakkar og MBM-kakaomjólk

12.00 Vit grunda, kjakast og taka støðu

12.50 Steðgur

13.00 Tá vanlukkan rakar – frásøgn frá veruleikanum

13.30 Steðgur

13.40 Rúsdrekkabrillur

14.00 Eftirmeting

14.30 Farvæl – ansið eftir hvør øðrum!

Fyllið hetta skjalið út og sendið til Eyðbjart.

Nærumhvørvið er høvuðsevnið til verkætlanina í ár.

Her er hugarokið, sum tit gjørdu. Tosið um hetta heima.

Foreldraviðtala 18. januar

Sóttarhald 

Flokkurin er sendur heim í sóttarhald í 10 dagar, og eftir hetta fara tey í heystfrí.  

Heitt verður á næmingarnar, at  lata seg kanna skjótast gjørligt, og á 4. og 6. degi.

Frá í morgin, hósdegnum, og fram til heystfrítíðina, verður undirvísing á Teams. Fylgið eisini við á vikuætlanini á floksheimasíðuni. 

Teir næmingar, ið hava fingið 2 vaccinur, eru IKKI í sóttarhaldi. Teir eru vælkomnir at sita í flokshølinum og arbeiða hesar dagarnar, men kunnu eisini velja at vera heima og fylgja undirvísingini á Teams. Teir skulu tó eisini lata seg kanna skjótast gjørligt, og á 4. og 6. degi.

 

Um sóttarhald stendur m.a. hetta at lesa á heimasíðuni corona.fo:


Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest coronavirus, skalt tú í sóttarhald í 10 dagar. 

Tað vil siga, at tú skalt vera avbyrgd/ur frá øðrum, so onnur ikki verða smittað. Teir 10 dagarnar eru frá tí degi, tú seinast hevði samband við tann smittaða. 

Tað vil siga, at:

·         Tú avbyrgir teg frá øðrum heima við hús.

·         Tú fert ikki til arbeiðis ella ørindi.

·         Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki tey, tú býrt saman við.

·         Tú kanst fara túr í egnum bili og vera út í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús e.l. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Tú skalt vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skal tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.

Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6. degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.

www.korona.fo 

 

Konfirmantalega

Sum part av konfirmatiónsfyrireikingini skipa prestarnir vanliga fyri konfirmantalegum í Leguhúsinum í Nesvík. Teir konfirmantar, sum nú ganga í 8. flokki skuldu eftir ætlan verið á legu í november (tey, sum vórðu fermd í vár) og februar (tey, sum skulu fermast í heyst). Hesar legur vórðu av ongum vegna Covid-19.

Fyri at hesin árgangurin ikki skal verða snýttur fyri konfirmantalegu, verður skipða fyri legu 6.-7. september, soleiðis at allir konfirmantarnir í Suðurstreymi í hesum árganginum ( 8. flokkur) fara á legu saman.

Farið verður úr Havn mánamorgunin 6. september klokkan 8.00 og komið verður aftur týskvøldið 7. september. 

Cirkelfærd - Animatiónskonsert fyri børn

Í sambandi við NORDIC MUSIC DAYS 2021, ið verður hildið í Norðurlandahúsinum, verður skúlasýning av tiltakinum ”Cirkelfærd - Animatiónskonsert fyri børn”.

Norðurlendsku Tónleikadagarnir er ein festivalur, sum skal vísa á Norðurlendskan samtíðar tónleik og ljóð. Hesin festivalur hevur verið hildin síðani 1888 og er ein hin elsti festivalur í heiminum við samtíðar klassiskum tónleiki.

 Um Cirkelfærd:

Cirkelfærd er eitt bland av framførslu, samgildis myndum og ritualistiskum tónleiki, har ljóð, ljós og skuggar skapa sansaligar villingarsjónir, eins og ein filmur, ið verður spældur og sýndur um somu tíð. Gjøgnum livandi uppvarpan av gerandistingum flyta vit okkum frá abstaktum og ítøkiligum myndalandslagi samstundis sum vit hoyra nútímans tónlist framførda og improviseraða fyri at strimbra til impulsivt aftursvar. Við støði í tónlist og palllist hava Entropia (DK) og Freyja Sif Hestnes (DK) skapað Cirkelfærd við íblástri úr animatiónsfilmi, spølum, rúmligum kompositiónum, fólkaminnum og ritualum. Áskoðararnir verða bjóðaðir inn til dreymakendar abstraktiónir tvørtur um landsløg og náttúrubrigdir, har leitandi menniskjað fjakkar gjøgnum tíð og stað.

Brellbiti:  https://vimeo.com/337325047

Handan pallin: https://vimeo.com/402170289 

 

Góðu næmingar og foreldur. 

Hjartaliga vælkomin aftur í skúla eftir summarsteðgin. Vit gleða okkum til eitt mennandi og spennandi skúlaár saman við tykkum.

Sum tit vita, so verða tit talmett, tá tit ganga á hádeild, men tit skulu minnast til, at eitt tal, ein karakterur sigur ikki alt.

Tað sigur lítið um, hvussu tit hava ment tykkum innan øki, tit hildu vera trupul.

Eitt talmet sigur onki um, hvussu tit eru sum næmingar og vinir.

Talmetið vísir ikki, hvussu væl tit duga at dansa, syngja, spæla ella hvussu stóra gleði, tit spreiða við tykkara smíli, skemti og vinsemi.

Talmetið vísir ikki, hvussu umsorganarfull ella umhugsin tit eru ella, at tit royna at gera tykkara besta hvønn dag.

Hesar dygdir fáa tit onki talmet fyri, men vit, sum eru saman við tykkum, síggja tær og virðismeta tær.

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin í skúlanum, at vit øll gera okkara besta.

Eitt, sum eisini hevur týdning, eru reglurnar, sum eru fyri skúlan og fyri hádeild. Reglurnar eru fyri at tryggja trivnað og verja tykkum næmingar og skúlan.

Nú eru tit so mikið vaksin, at tit eiga at skilja og duga at royna at halda reglurnar, men vit vaksnu skulu nokk hjálpa tykkum, um tit onkuntíð gloyma :)

 

Til tykkum foreldur: Tað er sera týdningarmikið, at tit stuðla skúlans arbeiði, at tit eisini kenna reglurnar, sum eru fyri skúlan og tosa við børn tykkara og soleiðis hjálpa teimum at halda reglurnar.

Tosið við børn tykkara um góðan atburð og at tosa pent við hvønn annan.

Hjálpið okkum at læra børnini at vera góð við skúlan og styrkja felagsskapin, tí um flokkurin hevur tað gott, hevur einstaka barnið tað gott.

Vit gleða okkum til eitt gott og gevandi samstarv hetta skúlaárið. 

Vinarliga

Hádeildartoymið

Reglur fyri Hádeildina:

  • Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna. Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini.
  • Talvurnar/teldurnar skulu bert brúkast í undirvísingini.
  • Fartelefonirnar verða latnar inn um morgunin og liggja í skápinum, meðan skúladagurin er. Næmingarnir fáa telefonina aftur eftir loknan skúladag. Telefonir kunnu brúkast sum amboð í undirvísingini í samráð við læraran. Um ein telefon av órættum verður brúkt, so tekur lærarin telefonina, og verður hon latin inn á skrivstovuni við navni á, so foreldrini kunnu heinta hana áðrenn kl 16 sama dag. 
  • Eingi bóltspøl á Hádeild
  • Øll rudda upp eftir sær
  • Ikki er loyvt at eta og drekka í teimum bleytu møblunum.

VÆLKOMIN í 8.A

Eftir eina langa og vónandi góða summarfrítíð, byrja vit aftur mikudagin 18. aug. kl. 10.00.

Vit í toyminum eru alspent og gleða okkum til eitt spennandi og læruríkt ár :)

 

Toymið

Seturskúla

Hósdagin 20 mai fara vit á seturskúla í Klaksvík. Vit gleða okkum :) 

Niðanfyri finna tit skránna og ein lista yvir, hvat tit skulu hava við.

Bh. toymið

Hósdagin Fríggjadagin At hava við

Kl. 7.40 Møta á farstøðini 

Bussurin koyrir kl. 7.55

Kl. 9.25 Vit eru í Klaksvík

Kl. 10.30 Vitja Christiansirkjuna

Kl. 11.30 Vitja politistøðina

Kl. 12.00 Eta matpakka

Kl. 14.00 Svimja

Kl. 15.00 Millummála

Kl. 15.30 - 17.30 Egintíð

Kl. 18.00 Eta nátturða

Kl 19.00 - 21.00 Spøl

Kl. 9.00 Morgunmat

Kl. 10.00 Rudda og pakka

Kl. 11.00 Spøl

Kl. 11.55 Buss til Havnar 

Kl. 13.30 Vit eru í Havn

 

 

 

Matpakka

Svimjiklæði

Soviposa

Tannbust + tannkrem

Skiftiklæðir

 

SSP dagar

Sum partur av SSP-arbeiðinum á skúlunum og ungdómshúsunum, verða áhugaverdir SSP- dagar fyri allar 7. flokkar í kommununi frá mikudegnum 5. mai til fríggjadagin 7. mai 2021.

Evnið er “ung og lívið” og lyklaorðið verður: Sálarligur trivnaður, herundir vinalag, og at tora at “standa ímóti bólkatrýsti”

Bræv til foreldur finna tit niðanfyri, og skráin er eisini løgd út á tímatalvuna

Vallærugreinar

Fundur um vallærugreinar verður  mikukvøldið 21. apríl frá kl 19. 00 í Miðrók í skúlanum á Argjahamri. Næmingarnir hava fingið valblaðið heim við, og hetta skal verða okkum í hendi aftur fríggjadagin 23.apríl.

Kanning um frítíðarvanar í Føroyum

Endabresturin á Øđrvísi viku.

Øðrvísi vikan á hádeild endaði helt fantastisk niðri á Sandagerði, har dypp, flogbóltsspæl, bál og hugni var á skrá. 

Áðrenn farið var oman á sandagerð høvdu vit samling, har vit kunngjørdu, at næmingarnir, við stuðulsrenningini, høvdu savnað yvir 10.000 kr. inn til Reyða Kross og at skúlin samlað hevði savnað inn yvir 30.000 kr. Tað halda vit er sera flott! og vit takka so hjartaliga fyri dygga stuðulin. 

Síðani høvdu vit avdúking av vinnarunum frá Hugleiðing og  #sjittvithavatađgott kappingunum.  Sjúrður í 7.a vann kappingina um at senda inn eina hugleiðing frá vikuni. Í myndakappingini vann Teresa í 8.a 1. virðisløn, Maria í 7.a 2. virðisløn og Mattias K. í 7.a  3. virðisløn. 

Aftaná samling gjørdu vit andlitsmasku og spældu høvdingabólt. Endaliga støðan í høvdingabólskappingini gjørdist 2 -1 til B-flokkarnar.

Allir næmingarnir hava fingið heimagjørda pappírið, ið vit gjørdu týs-hósdagin, og andlitsmaskuna heim við. Vit hava eggjað teimum at nýta pappírið til at gera eitt fitt páskakort og gleða ein kæran :) 

Vit takka fyri eina sera góða viku og ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir

Toymið

 

Heimaarbeiði frá Fólkaheilsuráðnum :) 

Stuðulsrenning

Stuðulsrenning hjá Hádeild á Skúlanum á Argjahamri

Hetta blaðið kann fyllast út og sendast til flokslæraran, um tit vilja stuðla.

rudi.olsen@skulin.fo 

Kappingar 

 #shittvithavataðgott

Fanga eina stjørnustund hesa vikuna, legg hana út við við #shittvithavataðgott, og tú ert við í kapping um lekkrar vinningar :) Vinnarnir verða kunngjørdir fríggjadagin.

Hugleiðingar

Send mær tínar/tykkara hugleiðingar um eitt hvørt frá øðrvísi vikuni, og tú/tit eru við í kappingini um lekkrar vinningar :)  Filmurin skal vera max 2 min. 

Øðrvísi vika 2021

Kæru foreldur at næmingum í Hádeild

Í næstu viku 22.-26. mars verður sokallað øðrvísi vika við heitinum:

Sjitt, vit hava tað gott!

Vit fara at arbeiða út frá heimsmáli nr. 3 – góð heilsa og vælferð, har vit fara at leggja dent á at vera úti í náttúruni, at røra okkum, at vera saman og at vera hugbundin.

Hvør dagur byrjar kl 8 og endar umleið kl 12-13. Tað er týdningarmikið at næmingarnir eru ílatnir til at vera úti í føroyska veðrinum, at tey hava góðar skógvar, og at tey hava matpakka og okkurt at drekka við. Fylgið annars við á vikuætlanini.

Týsdagin 23. mars verður skipað fyri eini stuðulsrenning, har tað verður høvi hjá tykkum at stuðla við eini upphædd pr. kilometur ella eini fastari upphædd. Innsavnaði stuðulspeningurin fer til eitt vælgerandi endamál.

Til verkstøðini í næstu viku er neyðugt, at næmingarnir hava hvør sína lítla krukku við loki og eina rúgvu av pappíri, sum skal nýtast til at gera okkara egna pappír av; tað kann vera avíspappír, reklamubløð, gávupappír, eggjabakkar o.l.

 Vinaliga

Hádeildarlærararnir

Onnur foreldraviðtala

22. mars frá kl. 13.10 hava vit foreldraviðtalur í 7.a. Øll eru boðin, men vit kalla ikki øll inn.
Um tit ynskja eitt prát við læraratoymið um eitthvørt viðvíkjandi tykkara barni í skúlanum, so boða okkum frá so skjótt til ber við at senda mær teldupost um hetta.

rudi.olsen@skulin.fo 

Gallaveitlsa

Hóskvøldið 4. mars verður árliga gallaveitslan hjá H-heild. Veitslan byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22, tá felags upprudding er á skránni.

Tað verður sjálvtøkuborð og øll hava ein rætt við, ið er nóg mikið til ein sjálvan og eitt sindur afturat + sín egna leskidrykk/vatn við.

Sjálvtøkuborð verða sett upp í flokkunum, har borðreitt verður; a og b flokkarnar kunnu eta frá hvørjumøðrum.

7. a og b skipa fyri at dekka upp og gera myndavegg.

8. a og b skipa fyri undirhaldi til borðhaldið.

9. a og b skipa fyri sanghefti og undirspæli.

 

Øll vera ílatin veitsluklødd. Telefonirnar kunnu havast við, men skulu verða sløktar.

 

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld saman við teimum øllum.

 

 

 

Heilsufrøðingurin kemur á vitjan 

Heilsufrøðingurin, Hervør Jacobsen, kemur at práta við næmingarnar um tannárini. Hon prátar við genturnar og dreingirnar hvør sær. 

 

Foreldraviðtalur 

Nú er løtan komin til eitt prát um støðuna hjá dóttur/ syni tykkara í 7.a. Av tí at hetta er fyrsta viðtala, hava vit avgjørt, at næmingarnir eru ikki við, men tit mugu gjarna práta við børnini um hvussu tað gongur í skúlanum áðrenn viðtalurnar. Til viðtaluna fortelja vit eitt sindur um hvussu vit uppliva, at tað gongur við tí fakliga og tí sosiala, og vilja vit fegin hoyra, hvat tit hava uppá hjarta. 

Viðtalurnar verða í flokshølinum mánadagin tann 09. og hósdagin tann 12. novembur. Tíðirnar eru niðanfyri, og tit eru vælkomin at býta um tíðir við onkran annan, minnist tó til at boða okkum frá. 

Bh. Mariann, Eyðbjartur og Rudi 

 

  • Mánadagin

    kl. 14.20 - Fríðunn

    kl. 14.35 - Jodvig

    kl. 14.50 - Sjúrður

    kl. 15.05 - Maria

    kl. 15.20 - Rói

    kl. 15.35 - Hugin 

    kl. 15.50 - Dortea

    kl. 16.20 - Mattias B

    kl. 16.35 - Mattias K

    kl. 16.50 - Hørður

     kl. 17.05 - Andrea

    kl. 17.20 - Vár

    kl. 17.35 - Tummas

     

  • Hósdagin

    kl. 15.30 - Ukraine

    kl. 15.45 - Christian

    kl. 16.00 - Brandur

    kl. 16.15 - Ester

    kl. 16.30 - Gilli 

     Kl. 16.45 - Rókur

    kl. 17.00 - Xhoel

    kl. 17.15 - Sigrid

Mín jólabók

Næmingarnir hava nú møguleika at keypa "Mína jólabók".
"Mín jólabók" er ein familjubók við søgum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur í tíðini upp undir jól. Vilt tú tryggja tær bókina áðrenn 1.desember, mást tú hava goldið fyri hana árenn 15.november

Bókin kostar 200 krónur og kann bíleggjast á strok.fo og gjaldast skal við gjaldskorti.

Myndatøka

Myndatøka av næmingum verður hósdagin 29.oktober. Myndatøkan er av forskúla, 1., 4., 7. og 9.fl.  

Pakkin er:  

2. stk. 13x18  
2 stk. 10x15  
8 stk. 6x9  
Felagsmynd 15x20 við nøvnum undir.   

   

Prísurin er 300 kr fyri allan pakkan.  Ynskist bert ein felagsmynd kostar hon 100 kr  

Kontonr. at flyta pening á er: 6460 - 994.590.5.  Viðmerkjast má navn á barni og flokkurin barnið gongur í.  

Myndirnar eru tøkar fyri jól á skrivstovu skúlans.  

   

Umboð til næmingaráðið

Í viku 41 høvdu vit val til næmingaráðið í 7.a. Áðrenn valið tosaðu við um leiklutin hjá næmingaráðnum og hvørji mál, flokkurin ynskti at næmingaráðið fer at arbeiða við. 

7 næmingar valdu at stilla upp og hildu allir eina góða valtalu. Spenningur var og valið var sera javnt, men vinnarin gjørdist Hugin, og Ukraine gjørdist varaumboð

KONFIRMATIÓNIRNAR VÁRIÐ 2021

 

TIL KONFIRMANTIN

Hey!
Skalt tú konfirmerast komandi vár?
Um svarið er “Ja”, skalt tú nevniliga byrja at ganga til prest nú. Tað er spennandi :)  Vit prestar gleða okkum og vóna, at tú eisini gleðir teg.
Tað fyrsta, tú skalt gera, er at geva foreldrunum hetta pappírið, tá ið tú kemur heim frá skúla í dag.
Síðani fert tú at fáa boð frá tínum presti, nær og hvar tú skalt møta fyrstu ferð.
Vit síggjast!

 

 

TIL FORELDRINI

Góðu foreldur!

Um tykkara barn skal konfirmerast várið 2021 í Vesturkirkjuni, Argja kirkju ella Kirkjubøar kirkju, skal tað byrja at ganga til prest hetta hálvárið. Tað verður hvønn týsmorgun kl. 8.00-9.30.

Konfirmatiónirnar verða:
21. mars í Vesturkirkjuni. Derhard Jógvansson er prestur.
21. mars í Kirkjubøar kirkju. Bergur Debes Joensen er prestur.
28. mars í Vesturkirkjuni. Bergur Debes Joensen er prestur.
28. mars í Argja kirkju. Derhard Jógvansson er prestur.

Tey, sum Derhard skal konfirmera, fara at ganga til prest í Argja kirkju. Tey, sum Bergur skal konfirmera, fara at ganga til prest í Vesturkirkjuni.


Vit hava brúk fyri fylgjandi upplýsingum, sum tit senda talgilt til: derhard@kirkjan.fo.
1. Mynd av dóps-/navnabrævi hjá konfirmantinum. (Einfaldast at nýta fartelefonina... :) 
2. Øll fornøvn, millumnavn og eftirnavn hjá konfirmantinum.
3. Bústaður (Gøta, nummar, bygd/bý).
4. Fartelefonnummar hjá konfirmantinum, mammuni og pápanum.
5. Føðingardagur hjá konfirmantinum.
6. Navnið á skúlanum, konfirmanturin gongur á.
7. Hvønn dag konfirmatiónin skal verða og í hvørjari kirkju.
Skrivið Konfirmantur sum evni fyri teldupostin, tá ið tit senda.
Markið millum eystaru og vestaru sókn er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur.

Vit gleða okkum at hitta nýggju konfirmantarnar :) 
Vinarliga,
Bergur

 

Útsetta Landsroyndin frá apríl 2020 verður 22. - 24. septembur

Leiðreglur í sambandi við Landsroynd:

Internetið er í høvuðsheitum opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið,. Nýtir næmingurin CD-orð, so er tað eisini loyvt.

Næmingurin hevur ikki loyvi at brúka lummaroknara í støddfrøði Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit t.d. (Photomath) til loysn av uppgávum í støddfrøði.

Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Alt annað samskifti er ikki loyvt.

Allar uppgávur verða loystar í WiseFlow


Mælt verður til, at næmingar og lærarar brúkar dagførdan kaga til Wiseflow.


Próvstovan mælir til at brúka Chrome, Firefox ella Safari kaga.
 

Handaverk og list 

Handverk og list skipanin verður eitt sindur broytt vegna korona, og í tí vón at vit fáa hana at virka betur. Hetta merkir m.a. at árgangurin 7.fl. er saman, eins og tey eru í fríkorterinum, men skipað í tríggjar bólkar sum skifta soleiðis at øll sleppa at royna hvørja lærugrein einaferð í skúlaárinum.´

Lærugreinarnar eru: Myndlist, tónleikur og tøkni

Hold 1:
7.a: Christian, Tummas, MattiasB, Brandur, Sigrid, Vár, Maria
7.b: Martin, Helgi, Fríði, Torkil, Maiken, Hildur, Bjarta

Hold 2:
7.a: Xhoel, Hørður, Hugin, Rókur, Gilli, Ukraine, Jodvig, Fríðunn
7.b: Sofus, Ári, Philip, Odd, Sarita, Beinta, Lea

Hold 3:
7.a: Markus, Rói, Sjúrður, Mattias K., Andrea, Ester, Dortea
7.b: Elias, Lucas, Jónas, Teinar, Glóa, Bjørk, Lív 

  Hold 1 Hold 2 Hold 3
35-44 Tónleik Tøkni Myndlist
1-11 Tøkni Myndlist Tónleik
12-22 Myndlist Tónleik    Tøkni

 

Til heimini!

Fyrst og fremst: Vit eru fegin um at allir næmingar nú  koma í skúla mánadagin 24. august - eftir eina langa feriu.

Tá vit fóru í feriu, var ongin smitta í landinum, men nú ger hon aftur um seg.

Vit fara tí enn einaferð at minna á tilmælini frá heilsumynduleikunum:

Um næmingur hevur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skal hann ikki fara í skúla!

Ein næmingur, sum fær sjúkueyðkenni, meðan hann er í skúla, skal avheintast skjótast gjørligt.

Um næmingur er í sóttarhaldi, skal hann ikki møta aftur fyrr enn heilsumyndugleikarnir hava givið tilsøgn um hetta.

Um næmingur er partur av húsarhaldi, har persónur hevur fingið staðfest coronavirus, skal viðkomandi, eftir galdandi mannagongd, í sóttarhald og kann tí ikki koma í skúla.

Tá viðkomandi er loystur úr sóttarhaldi, kann hann koma aftur í skúla.

Um næmingur hevur verið uttanlands, skal hann halda seg heima, til úrslitið av koronaroyndunum fyriliggur.

Vit vilja so fegin hava tykkara hjálp í hesi truplu støðu, so allir næmingar kunnu sleppa at ganga í skúla. - Og so at flokkar ella deildir ikki noyðast at verða send heim.

Tað er av alstórum týdningi, at vit øll standa saman um ein koronafrían skúla.

 

Vinarliga

Marjun Holm, skúlastjóri

 

Vælkomin aftur í skúla mándagin 24. august. 

Av tí korona aftur ger um seg eru ymsar tillagingar gjørdar at byrgja fyri smittuspjaðing.

Eingin felags morgunsangur verður, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar. 

Tá næmingarnir koma í skúla á morgni, stendur skúlastovan opin, og øll skulu vaska hendur. Gott um tit tosa við børnini um handreinføri heima. Sápa og spritt eru í øllum stovum og eisini standa spritthaldarar ymsastaðni í skúlanum. Vit skulu vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla og síðan við jøvnum millumbilum.

Foreldur skulu ikki koma inn í skúlan, hvørki tá skúladagurin byrjar, ella tá skúladagurin endar.

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava alla útgerð til skúlaarbeiðið við sjálvi. Her verður hugsað um eitt vælútgjørt pennahús við øllum tí vanliga, umframt saks, límstift og litblýantar. Hetta fyri at sleppa undan at lána frá skúlanum ella floksfeløgum.

Vælkomin í 7.a

Vit í toyminum eru alspent, og vit gleða okkum til eitt spennandi og læruríkt ár saman við tykkum :)

Vit gleða okkum eisini at taka ímóti fýra nýggjum næmingum, Xhoel, Gilla, Sigrid og Vár, sum vit vóna og vænta, at øll fara at taka væl ímóti.

Orsaka av korona er tykkara skúlagongd útsett eina viku, men fylgið við á heimasíðuni, um vit hava boð til tykkara, ella onkur broyting er.

 

Bh. Eyðbjartur, Mariann og Rudi