Fríloyvi
Her boða tit frá um sjúku ella um barn títt fer at ferðast í skúlatíð

Eru tit burturstødd í upp til tveir dagar, skulu tit boða flokslæraranum frá fráveruni niðanfyri. Fyllið teigarnar út niðanfyri og vel orsøk, so fær flokslærarin boðini.

Eru tit burturstødd tríggjar dagar og longri, verður telduposturin sendur til SAH-skulastyrid@skulin.fo, har boðað verður frá fráveruni.

Eru tit burturstødd tríggjar dagar og longri, verða tit eisini biðin um at skriva undir avtalu millum skúla og foreldur. Hetta er fyri at tryggja skúlaskapin hjá barni tykkara. Hendan áseting er heimilað í § 45, kap. 5 um undirvísingarskyldu í Fólkaskúlalógini. Tit verða biðin um at lata flokslæraranum skjalið áðrenn fráferð.

§ 45. Leiðari skúlans ansar eftir, at allir teir næmingar, sum eru skrivaðir inn í fólkaskúlan, taka lut í undirvísingini, smb. § 55, 5. stk. Við kunngerð er ásett, at árliga skúladagatalið hjá næmingunum er 193.