Landsroynd.
ROYNDIR OG PRÓVTØKUR · 2026/27
Landsroynd
Her finnur tú dagfestingina, tað tú skalt kanna frammanundan, og leiðreglur um hjálparmiðlar og samskifti.
13.–16. APRÍL 2027
Nær er landsroyndin?
Landsroyndin er í hesum tíðarskeiðnum sambært kalendaranum hjá Próvstovuni. Skúlin kunnar um, nær tín flokkur skal til hvørja roynd, og hvar tit skulu møta.
Áðrenn royndina
Kanna tíð og stað
Fylg boðunum frá læraranum um møtitíð, høli og útgerð.
Royn innritan og teldu
Landsroyndin verður loyst í Wiseflow. Kanna saman við læraranum, at tú sleppur inn við tínum Office-brúkara, og at teldan virkar.
Spyr í góðari tíð
Hevur tú tørv á serligum stuðli, ella ivast tú í hjálparmiðlum, skalt tú tosa við læraran áðrenn royndina.
Hvat er loyvt undir royndini?
Hjálparmiðlar
Sambært leiðreglunum hjá Próvstovuni eru hjálparmiðlar sum lærubøkur, annað tilfar og CD-orð í høvuðsheitum loyvdir. Spyr læraran, um tú ivast í einum ávísum hjálparmiði.
Støddfrøði
Lummaroknari, eisini á teldu ella neti, og forrit sum Photomath eru ikki loyvd til støddfrøðiroyndina.
Samskifti
Tú kanst samskifta við umsjónarfólkini í royndarhølinum. Annað samskifti undir royndini er ikki loyvt.
Leiðreglurnar á Próvstovuni eru grundarlagið fyri hesum samandrátti. Fylg eisini kunningini frá skúlanum um royndina í 2027.