Tíðindi

Djóradagurin - nógvar fittar myndir eru her:

https://sah.fo/?p=470&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=465

Føstulávint 2021

Mánadagin 15. februar 2021 verður føstulávintshald við tunnusláing her á skúlanum.

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 9:00. Skúlin letur upp áðrenn kl. 8, um onkur hevur brúk fyri at møta fyrr.

Okkurt leskiligt verður at fáa, og ársins grýlur verða valdar.

Tað er frídagur týsdagin 16. februar

 

Skúlin á Argjahamri

25. november 2020

Góðu foreldur at næmingum í 2., 3., 4. og 5.flokki

Í komandi viku fara vit aftur at taka lesiroyndir av øllum næmingum í hesum flokkum.

Næmingarnir kenna mannagongdirnar og royndirnar, tí vit hava gjørt tær áður. Kanningarnar eita OL64, OL 120, SL60 og SL40. OL stendur fyri orðalesing, har næmingarnir skulu lesa 64 ella 120 orð og skriva eina striku á ta myndina, ið passar til orðið. SL stendur fyri setningslesing, har strika verður sett á ta myndina, ið passar til tann setningin. Kanningin tekur 15 minuttir.

Vónandi verða næmingarnir mettir og væl hvíldir.

Vinarliga Liljan, serlærari og lesivegleiðari og Anna og Súsanna, serlærarar.

Gula stova:

Baldur, Birtir, Brandur, Bára, Hanna, Janita, Jóhanna Elisa, Jóannes, Jónas, Lea Maria, Lea Viktoria, Leifur Júst, Lisa, Maria, Markus, Mattias, Rúnar, Sasja, Sia, Stefan, Sólbjørt og Theodor

Grøna stova:

Anna, Benjamin, Eivy, Elias, Elisabet J, Elisabeth M, Emilia, Eva, Filip, Frida, Høgni, Julia, Kaj Árnmar, Kristina, Lilja Maria, Marta, Noomi, Olaf, Óli, Rakul, Rani, Reðin, Róar, Rún og Teresa

1:
Køvandi myrk er nátt,
lurta, hoyr sangin.
Missir tú mál og mátt,
ljóð sum av veingjum.
Tá inn um duragátt
stígur á hesi nátt
Santa Lucia, Santa Lucia.

 2:
Náttin er myrk og long
stilli um tún og garð
alt liggur deytt og kvirt
skuggar um djúpan dal.
Tá inn um durin vár
stígur við ljós í hár
Santa Lucia, Santa Lucia.

Kontaktpersónar í Grønu stovu

Rakul - Anna, Benjamin, Emilia, Filip, Frida, Julia, Kristina, Marta, Noomi, Olaf, Rani og Reðin

Lovisa - Eivy, Elias, Elisabet J, Elisabeth M, Eva, Høgni, Kaj Árnmar, Lilja Maria, Óli, Rakul, Róar, Rún, og Teresa

Foreldraumboðini 20/21

Foreldrini hjá:

  • Emiliu
  • Evu
  • Filip
  • Fridu
  • Honnu

Kristina er byrjað í 3.flokki :)

Hon fer at vera partur av grønu stovu.

Vit bjóða henni vælkomnari :)

SAH 4. juni 2020

 

Góðu foreldur at næmingum í 1., 2., 3. og 4.flokki

 

Í komandi viku fara vit aftur at taka lesiroyndir av øllum næmingum í hesum fýra flokkunum. Næmingarnir kenna mannagongdirnar og royndirnar, tí vit hava gjørt tær áður. Kanningarnar eita OL64, OL 120, SL60 og SL40. OL stendur fyri orðalesing, har næmingarnir skulu lesa 64 ella 120 orð og skriva eina striku á ta myndina, ið passar til orðið. SL stendur fyri setningslesing, har strika verður sett á ta myndina, ið passar til tann setningin. Kanningin tekur 15 minuttir.

Í 1. og 2.flokki koma vit eisini at taka nakrar kanningar, ið hoyra til Súlu tilfarið.

Vónandi verða næmingarnir mettir og væl hvíldir.

 

Vinarliga Liljan, serlærari og lesivegleiðari og Anna og Súsanna serlærarar.

Hey øll somul!

Nú vit ikki síggjast so regluliga og fáa arbeitt við ymiskum tilfari, so kunnu tit sjálvi heinta uppgávur á netinum til krabbabøkurnar.

Á síðuni hjá snar.fo (sí linkið niðriundir) finna tit allar tær ymisku litirnar av krabbum.

  • Trýst á ein ávísan lit av krabba, so koma tit til tær bøkurnar, ið hoyra til torleikastigið.
  • Trýst á eina bók, so finna tit eitt link, ið eitur uppgávur.
  • Trýst á tað, so kemur uppgávan til bókina fram og tit kunna prenta hesa út til børnini at arbeiða við heima.

https://snar.fo/krabbaboekur/

Annars eru fleiri bøkur inni á snar, ið kunna lesast beinleiðis av netinum gjøgnum bókasavnið

https://www.bbs.fo/fo/e-materialer

Vónandi hava tit tað øll gott og fáa nakað jaligt burturúr hesi løgnu støðu, vit øll eru í!
Vit fara at ynskja øllum góðan arbeiðshug og einar gleðiligar páskir :)

Vinarliga, toymið

Góðu tit øll!
Nú skúlin verður stongdur næstu vikurnar, hava næmingarnir fingið bøkur heim við at arbeiða við hesa komandi tíðina heima. Tey hava fingið fleiri bøkur at lesa í hvønn dag, sum vanligt. Roknibøkur og arbeiðsbøkur eru eisini komnar við heim. Vit fara at skriva onkrar dagar á heimasíðuna, hvat tey skulu arbeiða við, tí skúlagongdin er í ein vissan mun flutt heim. So gott um tit fylgja við á síðuni. Vónandi verður hetta skjótt yvirstaðið. Alt tað besta til tykkum øll!
Fríggjadagurin er vanlig skúlagongd, men bert pennahúsi og matpakki nýtist við í skúla :) 

Kunning um skúlagongdina næstu 14 dagarnar

                                                                                                                                                3.feb.2020

Grøna stova                                                                                    

Baldur, Benjamin, Brandur, Elias, Elisabet J, Emilia, Filip, Hanna, Janita, Jóannes, Kaj Árnmar, Lea Maria, Lea Viktoria, Maria, Noomi, Rún, Sasja, Sólbjørt, Stefan og Teresa.

 

Gula stova

Anna, Birtir, Bára, Eivy, Elisabeth M, Eva, Frida, Høgni, Jóhanna Elisa, Julia, Jóhan Páll, Jónas, Leifur Júst, Lilja Maria, Lisa, Markus, Marta, Mattias, Olaf, Óli, Rakul, Rani, Reðin, Róar, Rúnar, Sia og Theodor.

                                                                                                                                                                                                    SAH 29.11.19

 

Góðu foreldur at næmingum í 2.flokki

 

Komandi týsmorgun 3. desember kl. 10.10 koma vit aftur at taka lesiroyndir av øllum næmingum í 2.flokki. Næmingarnir kenna royndina og hava verið áður. Kanningin eitur OL64, ið stendur fyri orðalesing, har næmingarnir skulu lesa 64 orð og skriva eina striku á ta myndina, ið passar til orðið. Kanningin tekur 15 minuttir.

Vónandi verða næmingarnir mettir og væl hvíldir henda morgun J

 

Vinarliga Liljan, serlærari og lesivegleiðari og Anna og Súsanna serlærarar.

FORELDRAVIÐTALUR - vinarliga tak niður

Góðu foreldur                                                                 20.9.19


Í komandi viku fari eg at hava undirvísing við næmingunum í 2. flokki.
Undirvíst verður í bólkum.
Evnið verður reinføri og at vaska sær um hendurnar.


Vinarliga


Hervør Jacobsen, heilsufrøðingur

tlf. 562355
hervor.jacobsen@skulin.fo

Lesiroyndir

Góðu foreldur at næmingum í 1.flokki 
 
Komandi týsmorgun 4.juni kl. 8.00 og so aftur fríggjamorgunin 7.juni klokkan 8.00 koma vit at taka lesiroyndir av øllum næmingum í 1.flokki. Kanningarnar eru nakrar kanningar, sum verða gjørdar av øllum næmingum í øllum skúlum í Føroyum um mánaðarskiftið mai/juni. Og so aftur í november/desember. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at vit kunnu fylgja við lesimenningini hjá hvørjum einstøkum næmingi.  
Næmingarnir koma millum annað at lesa eitt stutt orð, hyggja eftir nøkrum myndum, og síðani seta eina striku yvir tað myndina, ið passar til orðið. 
 
Vónandi verða næmingarnir mettir og væl hvíldir hesar morgnar[Symbol] 
 
Vinarliga Liljan, serlærari og lesivegleiðari og Anna og Súsanna serlærarar. 

Rykkjari frá Býarbókasavninum

Góðu foreldur,

Um tit fáa ein rykkjara ella eina áminning frá Býarbókasavninum, sum tit ikki kennast við, er orsøkin helst tann, at barn tykkara hevur lænt eina bók á skúlabókasavninum, og at lánitíðin er farin.

Á heystið 2018 skifti Tórshavnar býarbókasavn og øll skúlabókasøvnini í kommununi bókingarskipan. Av tí at skúlabókasøvnini virka undir Býarbókasavninum, fáa foreldur áminning um bøkur umvegis telduboð frá Býarbókasavninum, hóast lánið er skrásett á skúlabókasavninum, har barnið gongur í skúla.

Vit hava sett fram ynski til veitaran av skipanini um at fáa hetta broytt, so tað sæst hvørjum skúla telduboðini koma frá. Vónandi halda tit okkum tilgóðar, inntil hetta kemur í rættlag. Eisini heita vit á tykkum um at hjálpa børnunum at minnast til at lata bøkurnar inn, har tær eru læntar.

Bl.h. bókavørðarnir

Í bókini Hervør og Høgni eiga at vera ljóðfløgur at hoyra allar tekstirnar. Tó eru nakrar bøkur, har fløgan er blivin burtur. Men alt kann hoyrast á netinum við at fara inn á Snar.fo - far víðari inn á Fólkaskúlin - far inn á Hervør og Høgni - vel røttu bókina til 1. flokk - vel grundbók - vel - ljóðfíl. Har kunnu allir tekstir hoyrast lisnir upp ella sum tónleik!

Myndirnar eru komnar :)

Føstulávintshald í

Skúlanum á Argjahamri

Mánadagin 4. mars 2019 verður føstulávintshald við tunnusláing.

Næmingarnir møta grýluklæddir kl. 9:00. Skúlin letur upp áðrenn kl. 8, um onkur hevur brúk fyri at møta fyrr.

Um viðrar verður farið til gongu, sum vit plaga, og aftaná fara vit upp á gólv.

Okkurt leskiligt verður at fáa, og ársins grýlur verða valdar.

Tað er vanlig skúlagongd týsdagin 5.mars.

 

 

          Myndatøka verður 6 . mars


              Myndatøka verður av flokkum og einstaklingum mikudagin 06-03-2019 

              Myndir verða tiknar í hesum flokkum og byrja kl.9.00: 

  •                 forskúlin
  •                 1.flokkur
  •                 4.flokkur
  •                 7.flokkur
  •                 9.flokkur

              Pakkin við myndum kostar  kr. 250,00 
 
Per á Hædd tekur myndirnar og peningurin skal flytast á konto  6460  2201536. Viðmerkið navn og flokk.
 
Um næmingur ikki ynskir einkult-myndir, er hann bert við á  felagsmyndini. 
 
Floksmyndin kostar   kr. 50,00 

Stovubýtið

Grøna stova: Anna, Benjamin, Bjanka, Eivy, Elias, Elisabet J, Elisabeth M, Emilia, Filip, Frida, Høgni, Julia, Kaj Árnmar, Lilja Maria, Marta, Noomi, Olaf, Óli, Rakul, Rani, Reðin, Róar, Rún og Teresa

Gula stova: Baldur, Bára, Birtir, Brandur, Eva, Hanna, Janita, Jóannes, Jónas, Jóhan Páll, Jóhanna Elisa, Lea Maria, Lea Victoria, Leifur Júst, Lisa, Maria, Markus, Mattias, Rúnar, Sasja, Sia, Sólbjørt, Stefan,Theodor,

Foreldraviðtalur hjá grøna bólki 

Rakul og Lovisa luttaka. Sìggjast :)

mánadagur 12.nov. mikudagur 14.nov. mánadagur 19.nov.
kl.12.40 - Høgni kl.12.40 - Bjanka kl.12.40 - Elias
kl.13.00 - Rani kl.13.00 - Róar kl.13.00 - Reðin
kl.13.20 - Elisabet J kl.13.20 - Noomi kl.13.20 - Kaj Árnmar 
kl.13.40 - Julia kl.13.40 - Eivy kl.13.40 - Filip
kl.14.00 - Olaf kl.14.00 - Anna kl.14.00 - Lilja Maria
kl.14.20 - Óli kl.14.20 - Benjamin kl.14.20 - Elisabeth M
Kl.14.40 - Rún Kl.14.40 - Maria Kl.14.40 - Lea Victoria
Kl.15.00 - Emilia Kl.15.00 -Teresa Kl.15.00 - Frida

Føðingardagsgávur

Á felags foreldrafundinum herfyri, tóku foreldrini avgerð um seta gávuskipan í verk í flokkinum.

TAÐ MERKIR

At hvør næmingur keypir eina føðingardagsgávu fyri 100kr. Dreingirnir eina dreingjagávu og genturnar eina genturgávu. 

Børnini skulu taka gávurnar við í skúla, og so ansa lærararnir eftir gávunum og geva føðingardagsbarninum eina gávu. 

Á henda hátt fáa øll børnini eina føðingardagsgávu, og tað er ikki neyðugt at hava nakra (aðra) gávu við, tá ið onkur hevur ella heldur føðingardag.

Best er, um gávurnar koma sum skjótast, tí fleiri hava longu havt føðingardag :)

Spælibólkar í fríkorterinum.

Spæliliðið í 7.fl. fer at spæla við 1.flokk í nøkrum fríkorterum :)

Flokkurin verður tí bíttur í tríggjar bólkar, sum fara at skiftast um at spæla við 7.flokk.

Bólkur 1: Marta, Eva, Lisa, Sia, Bára, Lea Maria, Noomi, Hanna, Sasja, Baldur, Høgni, Leifur Júst, Stefan, Jóannes, Reðin og Olaf.

Bólkur 2: Bjanka, Janita, Rakul, Sólbjørt, Elisabeth M, Emilia, Julia, Maria, Teresa, Benjamin, Jóhan Páll, Rúnar, Birtir, Kaj Árnmar, Filip og Rani.

Bólkur 3: Eivy, Lea Victoria, Rún, Anna, Elisabet J, Frida, Jóhanna Elisa, Lilja Maria, Theodor, Elias, Jónas, Róar, Brandur, Markus, Mattias og Óli.

 

Ymisk kunning

Matpakkin:

Børnini eta matpakka tvær ferðir, ímeðan tey eru í skúla.

Lítla matpakkan eta tey kl.9.15 og stóra matpakkan kl.11.10. Tey, ið hava bílagt mjólk fáa mjólk, hini mugu sjálv hava okkurt drekkandi við. Gott er, um børnini hava okkurt drekkandi við í dunki til lítla matpakkan, tí tey fáa mjólkina til stóra matpakkan.

Bíðirøðin til mikroovnin er vanliga sera lang.

Um neyðugt er við gaffli, skeið, íløtum ella tallerkum at eta við/á, so mugu børnini hava tað við heimanífrá!

Vit mæla tykkum frá at geva børnunum góðgæti og søtar drykkir við í skúla!

Skógvar:

Í Skúlanum á Argjahamri ganga vit ikki inni í skóm. Tí hevur tað stóran týdning at øll, bæði næmingar og foreldur lata seg úr skónum við dyrnar. Annars blíva tey, ið fara úr skónum skitin og vát um føturnar :(

Pennahúsin:

Í pennahúsanum hjá børnunum skulu vera blíantar, viskileður, blíansspískari, litir, saksur og lím. Tað er snilt at seta navn á saksin og límstiftina :) 

Frávera:

Um børnini ikki koma í skúla, skulu foreldrini siga frá. Um børnini eru sjúk ella verða burtur úr skúla í ein ella tveir dagar, skal akkerslærarin hava tað at vita (beint nú Lovisa) tit kunnu senda sms ella skriva ein teldupost. 

lovisa.niclasen@skulin.fo / tlf: 223434

Um børnini verða burtur úr skúla í meira enn 2 dagar, so skal leiðslan hava boðini umvegis heimasíðu skúlans, har eitt oyðiblað er at fylla út.

Píkasjey og mjólkaseðil:

Børnini hava fingið blaðið Píkasjey, og til ber at tekna árshald. Sí heimasíðuna bfl.fo 

Um onkur ikki hevur goldið fyri mjólk, so ber tað framvegis til.

 

Bl.h. toymið

Gulur bólkur: Anna, Bára, Elisabet J, Elisabeth M, Emilia, Frida, Jóhanna Elisa, Julia, Lea Maria, Lilja, Maria, Noomi, Sasja, Teresa, Birtir, Brandur, Filip, Jóannes, Kaj, Markus, Mattias, Óli, Rani og Reðin.

Grønur bólkur: Bjanka, Eivy, Eva, Hanna, Janita, Lea Victoria, Lisa, Marta, Rakul, Rún, Sia, Sólbjørt, Baldur, Benjamin, Elias, Høgni, Jóhan Páll, Jónas, Leifur Júst, Olaf, Róar, Rúnar, Stefan og Theodor.

Handaverk og list

Bólkur 1: myndlist: 

Anna, Lea Maria, Teresa, Frida, Lea Victoria, Eivy, Bjanka, Reðin, Elias, Rani, Filip og Markus

Bólkur 2: evning

Julia, Elisabet J, Lilja Maria, Emilia, Lisa, Rún, Rakul, Jóhann Pál, Jónas, Óli, Brandur og Birtir

Bólkur 3: tónleikur

Elisabeth M, Jóhanna Elisa, Sasja, Eva, Janita, Marta, Róar, Benjamin, Rúnar, Baldur, Jóannes og Mattias

Bólkur 4: leikur

Bára, Maria, Noomi, Hanna, Sia, Sólbjørt, Olaf, Leifur Júst, Theodor, Stefan, Kaj Árnmar og Høgni

Vælkomin í 1. flokk skúlaárið 2018/2019