Næmingar
Tíðindi

1.des. verður jólahugnini hjá forskúlanum 

Týsdagin 8. november er skúlin stongdur, tí lærarar fara á skeið. Hetta er seinni partur av floksleiðsluskeiðnum.

Trivnaðardagur

 

Mikudagin 28/9 hava vit trivnaðardag í skúlanum. Vit fara at arbeiða við evninum " Hugsa um onnur ".  

Hey øll somul

Foreldraviðtalur eru mánadagin 12.september, týsdagin 13.september og mikudagin 14.september.

Sí bræv, sum børnini hava fingið heim við :-)

 

vh. Forskúlatoymið


Hey øll somul!


Mánadagin 8. februar verður føstulávintshald í skúlanum :)

Børnini møta kl 9.00 og fara ein stuttan gongutúr, um viðrar, á Hamrinum. Um onkur hevur tørv á at møta áðrenn kl 9.00, kunnu tit seta tykkum í samband við Chanett á tlf. 259897.
Eftir gongutúrin savnast vit aftur í Miðrók (har vit hava morgunsang) og fara upp á gólv í høllini.
Aftan á dansin fara vit í flokshøli at leska okkum við einum og hvørjum :)
Tá ið vit eru liðug at leska okkum, savnast vit aftur í Miðrók av velja ársins... ja, ársins alt møguligt!
Forskúladagurin endar við tunnusláttri og børnini fara í frítíðarskúla.


Vh.

Forskúlatoymið

Hey øll somul.

 

Mikudagin 13.apríl fara vit í forskúlanum í Norðurlandahúsið til konsert hjá symfoniorkestrinum.

Vit skulu verða í Norðurlandahúsinum kl. 9:30, so vit fara við bussinum av Argjahamri kl. 8:30. Eftir konsertina fara vit út á skúlan aftur, har frítíðarskúlin tekur ímóti forskúlanum. Tað er tí ikki neyðugt at hava annað við sær í skúla hendan dagin enn lítlan og stóran matpakka.

 

Vit gleða okkum :-)

Forskúlatoymið

 

Hey øll somul!

Nú nærkast jólafrítíðin av álvara!

Síðsta skúlavikan í 2015 verður sjálvandi serstøk, við jólahugna, jólaløtum og jólaframførslum, sum vit gleða okkum ómetaliga nógv til!

Av tí, at hósdagurin verður brúktur, sum ein undanfrumframførsla av øllum innsløgunum, ið skulu vísast fyri okkum foreldrum hóskvøldi, byrjar virksemið í skúlanum ikki fyrr enn kl 10:00 hendan dagin.
Fríggjamorgunin møta vit í Argja Kirkju kl 10:00, og so er skúlin liðugur fyri í ár.

Tit hava tó enn møguleika, at koyra børn tykkara í skúla frá kl 7:30, um tørvur er á tí.
Fyri at vit skulu vita hvussu nógv starvsfólk skulu møta áðrenn kl 10:00 hós- og fríggjamorgun, fari eg at spyrja tykkum hvat kl tit ætla at børn tykkara møta hesar dagar.

Tit kunnu senda mær eini privat boð á tlf 259897 ella á facebook.

Annars var tað:
Hósmorgunin kl 10:00 í skúlanum og fríggjamorgunin kl 10:00 í Argja Kirkju :)

Vh.

Forskúlatoymið

___________________________________________________________________________________