Lærugreinar.
Føroyskt
Hon er mítt heim
Hon er kvirran í tí villa - sum eg trívist so væl í
Hon er tøgnin ið eg ræðist, tá hon fer
Hon er ómøgulig at hata - hon er erlig, hon er fríð
Men mest av øllum er hon tann hon er
Og tá tað kennist sum eg villist - er hon altíð sama stað
Og longu fyrstu vit hittust - vísti hon mær tað
Hon er mítt heim -hon kennir meg og mínar villur
Ja, hon er mítt heim - við henni kann eg liggja stillur
Uttan at tosa - veit hon hvat ið brennur so í mær
Heima er her við tær
Eg hugsi við mær sjálvum - hvat var tað nú hon sá?
Hon sær litir í tað svarta - lær meg tað
Tí tá ið óttin tekur ræði - og tað ger hann av og á
Veit eg at hon bíðar eftir mær
Og tá tað kennist sum eg villist - er hon altíð sama stað
Og longu fyrstu vit hittust - vísti hon mær tað
Hon er mítt heim - hon kennir meg og mínar villur
Ja, hon er mítt heim - við henni kann eg liggja stillur
Uttan at tosa - veit hon hvat ið brennur so í mær
Heima er her við tær
Ró - Martin Joensen
Sólskinstøgn yvir okkum nú,
Luftin fevnandi mjúk,
Einsamøll, livandi, eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.
Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær...
Sirmið sorgblíða silkibleytt
Svalir rodnandi húð,
Signað vit og av gleði mett,
Aldri var heimur so sannur sum nú.
Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær...
Dagmett sól søkir niðublund,
Klokkan bíðandi slær,
Skýmingstrøll seta friðarfund,
Hoydi tú hamranna suðandi svar?
Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær...
Máni, vøkuljós ver í nátt,
Mjørki dýna ver tú,
Stíga vit so um dreymagátt,
Gandaði heimur, verð altíð sum nú.
Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær...
Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
Sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
Teskar í tøgnini: "Alt vil tær gott, alt vil tær gott."
Jørðin okkara, himinin við
Døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið
Alla tíð verð hjá mær...
Uttan Teg
Uttan teg var tøgnin tóm,
ljósið uttan lit og ljóm.
Ælabogin gráur var
um ei, Faðir, tú vart har.
Uttan teg var dagur nátt,
sólin átti ongan mátt.
Uttan teg var glóðin køld,
uttan teg var morgun kvøld.
Tá mín brekka gerst ov brøtt,
tá mær tokan gerst ov tøtt.
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei.
Hvirlur bresta á mín rút,
tigandi eg hyggi út.
Mann í storminum tá eg,
Harri, aftur tekkja teg?
Verjugarður mín ver tú;
vakta, Harri, mína búð.
Faðir, ver tú styrki mín,
leið meg loksins heim til tín.
Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
tá hvørt vitaljós er sløkt,
Faðir, fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast e
Vøkan - Eivør
Vaknaði, sá eg vendi á ranguni
Bíðaði, helt meg enn vera droymandi
Nakin, klárvakin á ferð
Sást tú meg, tá eg kom hagar dalandi
Tagdi eg, ella var eg tá talandi
Var náttin so skýmlig sum nú
Var eg líka stúrin sum tú
Hoyrdi tú, tá ið muður mín talaði
Minnist tú, hvat tað var ið eg ætlaði
Hvat var tað, eg hugsaði tá
Segði eg, hvar eg kom frá
Um eg nú vaknaði við
Var tú tá við mína lið
Høvdu vit tá funnið frið
Um eg nú vaknaði við
Nem við meg, so eg kenni meg livandi
Tráða meg, so eg kenni meg elskandi
Mín skuggi, mín uggi tú er
Eros - Steintór Rasmussen / Frændir
Vilt tú ikki sita her
Eina løtu nú hjá mær
So eg kann kína og kyssa teg
Og vera tær so nær
So eg kann kína og kyssa teg
Og vera tær so nær
Nú býurin skjótt sova skal
Og myrkrið biður góða nátt
Legg teg bara her so væl
Fevn og kroyst mín kropp
Vit gloyma dagsins strev
Í morgin er aftur frídagur
Og Eros so loyndarfullur lær
Bara hann okkum sær
Nú sólin sendir geislar inn
Í eina lítla lón so veik
Har liggja tvey saman ballað skinn
Eftir ástarleik
Um vit gloyma dagsins stríð
Geva hvørjum øðrum tíð
Kann Eros ikki halda frí –
Tað leggur hann einki í
Christian Matras
Móðir
Hon var ikki gløgg, hon var ikki fríð
Tó átti hon drey og eydnutíð,
Áðrenn hon fór til hvíldar
Hon stóð á bakka, tá bátur fór frá,
Hon veittrði, visti at væl hann sá,
Ið legði í havið
Nú køvdi av, og skipið eis sást,
Um bygdina knappliga mjørkin brást
Og um fótaferð eftir gøtu
Og hugin spann nú sín fína tráð
Ímillum tað skim, sum eingin sá,
Og gentuna eystur við gørðum.
Og dreymurin nørdist við fuglaljóð
Tað var sum sang hennara unga blóð
Um eydnu í øllum heimi.
Hennara dreymur er núi vorðin gras og mold
Og livandi synir á Føroya Fold,
Sum sigla við faðirs fari.
Steinbjørn B. Jacobsen
Ikki so galið
At vera lærari
Er ikki so galið,
Okkurt er viðhvørt,
Hvat er ikki tað,
Álvara, mær dámar tað,
Eg kann ikki fyri tí,
Ert tú góður við brønini
Eru tey góð við teg,
Barnið veit,
HVør seg hatar og matar,
Sum tú rópar,
Fær tú svar
Hvør seg hatar og matar
Sum tú rópar,
Fær tú svar,
Lærusetningar?
Teir eg segði:
Alt arbeiði
Møðir viðhvørt,
Fær tú tað at ganga,
Besta arbeiði til er,
Gongur tað ikki,
Er tað hitt versta,
Ein sonn plág,
So einfalt er tað.
Til son mín
Góði, er tú móður?
Lat meg nana tær
Kvøða vil eg kvæði
Við tí syrgilag
Ið best dámar mær
Lívsins hálu rásir
Troddi faðir tín
Lívið er neyð og grátur
Miðleyst, duldar gátur,
Tað er royndin mín
Kolsvart gravarmyrkur
Hylur mið og mál
Ilt vil lívið bjóðað,
Lítið av tí góð,
Menn tí tína sál
Um teg lagnan berjir,
Sýn tú, hvat tú kann
Slær hon yvir rygg teg
Kvikur aftur reis teg
Lat ei sjá, hon vann
Slær hon teg til blóðs
Sál tín sýni prúð
Gudar ella lagna
Ei á henni magna
Róðrið hevur tú
Sælan frið bert finnur
Hann, ið hevjar seg
Yvir sorg og frøði
Nú er kvæðið kvøðið
Goym tað, góðasti
Nana, góða barnið,
Hjartans uggi mær,
Sov nú søti eingil,
Allir teir við veingjum
Eru ei mót tær
Morgun
Morgun og nýføddur grátur
vælkomin, lítli, stíg inn
í henda heimin sum gestur
kanska tú dvølur eitt bil.
Um tú vilt korini vita
best at eg sigi sum minst
tó, eingin veit um júst títt lív
skapt er til eydnu og ljós.
Ábyrgdin á tínum herðum
gáva frá okkum til tín
byrða, ið tung er at bera
ber hana betur enn vit.
Heimurin fyri tær opin
kannar teg gjølla og væl
merktur av ringastu royndum
býður tær kortini sess.
Men, tú eigur dagin og ljósið
tú eigur náttina við
tú eigur stjørnurnar allar
tú eigur rættin til frið.
Viljin er sterkasta svørðið
bítur á harðasta stál
vónin er bjartasti brandur
lýsir tær veg fram á mál.
Ábyrgdin á tínum herðum
-gáva frá okkum til tín
byrða, ið tung er at bera
ber hana betur enn vit
Góða mamma, eg vil sova
Góða mamma, eg vil sova,
eygu míni møðast brátt;
Jesuspápi hevur lovað
meg at verja væl í nátt.
2. Góða mamma, legg meg niður,
góða mamma, signa meg.
Lítla barnið mammu biður
faðirvár at læra seg.
3. Góða mamma, far ei frá mær,
far ei út um stovugátt;
bið Guðs einglar standa hjá mær,
vera vernd hjá mær í nátt.
4. Góða mamma, alt eg gloymi,
alt tað, sum eg sá í dag;
langt, langt burtur eg meg droymi
til ein fagran, fríðan stað.
5. Har man Jesuspápi búgva,
vakrar blómur vaksa har;
hagar hvítir einglar flúgva,
flúgva einaferð við mær.
6. Sov í friði, kæri skattur,
sov tín sæla náttarblund.
Gævi Guð, tú vakni aftur
lívsins frísku morgunstund.
Jacob Hansen 1908.
Lag: Sl. 88 ella sum Sl. 363.
Lukkan er ei gullið
Orð: Kem Poulsen
Lag: Jens Marni Hansen
Vit føðast jú øll nakin - inn í hesa verð.
Og vita ikki tá hvar - ið lagnan okkum ber.
Lívið er so ymiskt - vit fáa her á jørð.
Lagnan tykist løgin - stundum órættvís og hørð.
Summi enda lívið - í fátækt, sorg og neyð.
Stríðast alt lívið - fyri mat og dagligt breyð
Onnur spinna gulltrá,- og lívið tykist lætt.
Og føla at tey hoyra - til aðra hægri stætt.
Um víða tú enn leitar - um øll heimsins lond.
Við gullið tú ei knýta - kann ekta kærleiksbond.
Við peningi tú keypa kann - tær vinir um tú vil.
Tann løtan hon er meinigsleys - og varir bert eitt bil.
Hjarta títt tað veit at - ein rættur vinur er
Vísa tær á neyðina – og hvat í munin ger
Hann vísur á tey veiku – og gevur tær tey ráð
At hjálpa teim, úr neyðini– við tínum gylta tráð
Takksemi og gleðin - tú í teirra eygum sær
Er gávan størst av øllum, - ið tú kanst ynskja tær
Lukkan er ei gullið, - tú samlar her á fold.
Tú fært jú onki við tær,- tá tú fert undir mold.
Eg eri - Sigrið Gaini
Í dag eri
Eg eg
Í gjár var
Eg eg
Í gjár
Í dag eri
Eg ikki eg
Í gjár
Hvønn dag eri
Eg eg
Tann dagin
Nú eri
eg eg
Nú
Eri eg ongantíð
Eg tá
Eg var eg
Tá
Dreymurin broytti meg
Tað er altið okkurt
Ið broytir meg
Ansa tær
Eg vit væl tað byrjaði í spølni
Ein lítlan guv og lívið kendist feitt
Tað sum fyrr var spennandi við vinum
Kendist tungt og hevði lívið broytt
Og við eitt so hevði borið fanga
Og ein leinkja løgd um sinni títt
Hon var tung og køvdi glaða lyndi
Sum trívist best tá tað kann liva frítt
Og so svunnir vóru glaðir dagar
Og ei longur kendist nakar við
Eingin elskar ein í hevður snáva
Eingin hava vil við sína lið
Men tú vildi hava lívið aftur
Takað tað sum tikið var frá tær
Og tú sýndi slíka stóra styrki
Og tú sýndi okkum hvør tú var
Ansa tær og altíð ver tær hjá
Allir dagar eigur tú enn á
Tak móti hvørjum degi
Tað er tað ið lívið byggir á
Farin
Farin, men enn í stað
Alt tað, ið vit hava sæð
Minnini takið eg við,
Farin, men enn í stað
Ljósið, tað hómi eg enn, bleiktrar og litar meg, men
Veit at tað hvørvur so hvørt, ljósið tað hómi eg enn
Men tá harðast rakar á, eg vendi aftur til eitt stað
Har eg fevndi teg og visti at vit áttu bara tað
Liggur tú beint nú sum eg
Kvirt í tínum kamari
Reika tankar hendan veg
Beint nú hugsi eg um teg
Bleiv alt, sum tú hevði vóna, droymir tú ongantíð enn
Vildi vit aftur ein dag, farin, men enn í stað
(Men tá harðast rakar á, eg vendi aftur til eitt stað
Har eg fevndi teg og visti at vit áttu bara tað)
Liggur tú beint nú sum eg, kvirt í tínum kamari..........x2
Farin er tín egna veg, í sama staðið standi eg
Flóvin Bænadiktsson
1. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína:
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar.
Lati meg sova á tínum armi,
ríka jomfrúa.
2. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól:
Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar tólv.
3. Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar,
møtti henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grønar líðar.
4. Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann tók hana í sín favn:
„Gud fyriláti tær, søtan mín,
tú lovaðist øðrum manni!»
5. „Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin meiri.
6. Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur flestu,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin besta.“
7. „Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal sláa Hermann í hel
(og) draga so av landi med teg!
8. Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja?
eg skal sláa Hermann í hel
og teg frá honum skilja.“
9. „Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,
tað er ikki við mín vilja!
tann sami Gud, oss saman kom,
hann kann oss best at skilja.“
10. Marita snúðist haðan burt
í tí sama orði,
hon kom ikki til hallar heim,
fyrr enn Hermann sat yvir borði.
11: „Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygu so runnið?
Tú hevur verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevur tú funnið.“
12. „Eg var meg við kirkju í dag,
men Flóvan eg ikki fann,
har misti eg mínar gullringar burt
og so mítt reyðargullband.
13. Hoyr tað, harra Hermann,
hvat eg beri fyri brósti:
vegin er mín sæli faðir,
forðum drongur treystur!”
14. „Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal ríða á markna út
hans banamann at vega.“
15. Tann fyrsta píl í skóginum var skotin,
hon var gjørd av stáli,
hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,
hon stansaði hansara máli.
16. Tann onnur píl, í skóginum var skotin,
hon var skotin av treysti,
hon fleyg fyri harra Hermanns bróst,
hann fell av sínum hesti.
17. Svaraði harra Hermann,
hann fell av hesti sínum:
„Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu míni!“
18. Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu míni!
bæði væl og høviskliga,
behaldi hon ævi sína!”
19. Gevið ljóð og lýðið á!
eg kvøði sum eg kann:
syrgilig bóru tey boðini
fyri Maritu fram.
20. Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
hann sat í búnum talvi:
deyður er harra Hermann,
so reystur drongur av alvi.
21. Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann sópaði talvið saman,
biður gott fyri riddarans sál,
helsti var hann gamal.
22. „Saðlum várar hestarnar,
og ríðið undir oy!
nú skal festa einkjuna,
eg fekk hana ikki moy!
23. Saðlum várar hestarnar,
ríðið gjøgnum lund!
nú skal festa einkjuna
tað hitt væna sprund.“
24. Flóvin býður Maritu
í song við sær at liggja;
takk havi frúgvin Marita,
hon vildi tað boð ei tiggja!
25. Hon gav seg í nunnukloystur
við so góða trú,
onga tíð á ævini
livir hon sum nú.
Munnlig roynd
Góð ráð til munnligu royndina í føroyskum:
- Fyrireika teg sera væl einsamallur og saman við tínum flokksfeløgum
- Byrja fyrireikingarnar alt fyri eitt
- Ger eina tíðarætlan fyri fyrireikingarnar
- Tú skalt arbeiða hart og smart
- Lesið ævintýrið fleiri ferðir
- Lesið brotið, ið tú skalt lesa har, fleiri ferðir og lesið tað hart framman fyri spegilinum. Minnist til ljóðbroytingar o.fl
- Greina og tulka ævintýrið
- Tú má kenna tína synopsu væl og virðiliga
Synposis
Springarar
Fyrireika fyrisøgnina Springarar. Ein kann lesa hana ígjøgnum fleiri ferðir. Harumframt ber til at skriva hana heima í hefti. Eisini kann ein vera spurdur orð og royna at stava tað. Góðan arbeiðshug.
Enskt
Coming of Age
1. Coming of Age
The novel is a classic coming-of-age story, following Charlie as he navigates high school, friendships, love, and trauma.
It captures the confusion, growth, and self-discovery that come with adolescence.
2. Mental Health and Trauma
Charlie struggles with mental health issues, including depression and anxiety.
The story reveals how past trauma, especially childhood abuse, can affect a person’s emotional development and relationships.
3. Friendship and Belonging
Charlie finds a sense of belonging with Sam, Patrick, and their group of friends.
The theme highlights how meaningful friendships can help someone feel seen and accepted.
4. Love and Relationships
The book explores different kinds of love: romantic, platonic, and familial.
Charlie’s feelings for Sam and his observations of others’ relationships show the complexity and sometimes pain of love.
5. Identity and Self-Discovery
Charlie is trying to understand who he is and how he fits into the world.
His introspective nature and letter-writing format reflect his journey of self-discovery.
6. The Impact of Literature and Music
Books and music play a huge role in Charlie’s emotional life and growth.
They serve as tools for understanding himself and connecting with others.
7. Isolation vs. Connection
Charlie often feels isolated, especially at the beginning of the story.
The theme evolves as he learns to connect with others and express himself more openly.
8. Sexuality
The book addresses sexual identity and experiences, including Patrick’s struggles as a gay teen.
It also touches on issues of consent and abuse.
9. The Importance of Communication
Charlie’s letters are his way of processing life and reaching out.
The story emphasizes how communication—whether through writing, talking, or art—can be healing.
Songs from the Movie
- "Could It Be Another Change" – The Samples
- "Asleep" – The Smiths
- "Teen Age Riot" – Sonic Youth
- "Love Him" – Perfect
- "Come On Eileen" – Dexys Midnight Runners
- "What You've Got" – Valentine's Revenge
- "Low" – Cracker
- "Falling Elevators" – MC 900 ft. Jesus
- "Tugboat" – Galaxie 500
- "No New Tale to Tell" – Love and Rockets
- "Here" – Pavement
- "Heroes" – David Bowie
- "All Out of Love" – Air Supply
- "Dear God" – XTC
- "Don't Dream It" – Tim Curry (from The Rocky Horror Picture Show)
- "Temptation" – New Order
- "Seasick, Yet Still Docked" – Morrissey
- "Bust a Move" – Young MC
- "Christmas (Baby Please Come Home)" – Joey Ramone
- "Ye Olde Backlash" – Bongwater
- "Touch-a, Touch-a, Touch Me" – Susan Sarandon (from The Rocky Horror Picture Show)
- "Don't Dream It's Over" – Crowded House
- "Evensong" – The Innocence Mission
- "Eternity With You" – Robert & Johnny
- "Counting Backwards" – Throwing Muses
- "Pretend We're Dead" – L7
- "Araby" – The Reivers
- "Pearly Dewdrops' Drops" – Cocteau Twins
- "Hot Wax" – Alex Silverman
- "Odessa Hip-Hop" – Rob Walker
Molly Malone
In Dublin’s fair city
Where the girls are so pretty
I first set my eyes on sweet Molly Malone
As she wheeled her wheel-barrow
Through the streets broad and narrow
Crying, “Cockles and mussels, alive, alive, oh!”
“Alive, alive, oh
Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
She was a fishmonger
And sure ’twas no wonder
For so were her father and the mother before
And they wheeled their barrow
Through the streets broad and narrow
Crying, “Cockles and mussels, alive, alive, oh!”
“Alive, alive, oh
Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
She died of a fever
And sure no one could save her
And that was the end of sweet Molly Malone
Now her ghost wheels her barrow
Through the streets broad and narrow
Crying, “Cockles and mussels, alive, alive, oh!”
“Alive, alive, oh
Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
“Alive, alive, oh
Alive, alive, oh”
Crying “Cockles and mussels, alive, alive, oh”
Danskt
Hugdýpingarøkir:
Hugdýpingarøkir danskt 9.b.pdf
Synopsur(dømi):
Synopsa:
Vegleiding synopsuprovtøkuhattur.pdf
Synopseark_til_dansk_ (1).docx
Bólkar til synopsu:
- Julian, Mathias og Leon : Misbrug belyst i diverse genrer
- Markus : Krig belyst i diverse genrer
- Bastian, Jóhan og Jónas : Vold belyst i diverse genrer
- Dánjal, Markus B og Rani : Identitet belyst i diverse genrer
- Kai Helgi og Petur : Venskab belyst i diverse genrer
- Lív og Marjun : Yahya Hassan som forfatter
- Rebekka og Anna : Forholdet mellem forældre og børn belyst i diverse genrer
Læste tekster 8. og 9.
Yahya Hassan
Kortprosa
Danskt 22/09
Danskur stílur 1
Novelleskrivning
Essay
I skriver et essay med et selvvalgt emne og overskrift.
Layout
- Min. 500 ord.
- Jeres navn i hovednote + Dansk stil + dato
- Skrifttype Times New Roman eller Calibri
- Skriftstørrelse 12
- Linjeafstand 1½
Eksempel på essay
https://soroefterskole.dk/blog/14-fantastiske-essays
Ondskab
Kristni
Framløgur
Lívfrøði
Pensum
1 til 7. flokk:
- Sí 19 - 21 - Plantulív
- Sí. 58 - 63 - Kyknan
- Sí 79 - 93 - Kostur og heilsa
Lívfrøði 2 til 8. flokk:
- Sí 8 - 20 - Orka og føðiketur
- Sí 40 - 46 - Menningarlæra
- Sí 51 - 68 - Arvur og menning
- Sí 69 - 74 - Føroya Náttúrusøga
- Sí 79 - 87 - Arvur ella umhvørvið
- Sí 104 - 115 - Kynshormon
www.arvasjukan.fo CTD, CF og SUKLA2 - harumframt etikkur á økinum.



