Varðin.
BÓKASAVNIÐ
Finn eina bók í Varðanum
Varðin er skúlabókasavnið hjá Skúlanum á Argjahamri. Her finnur tú bøkur til frítíðarlestur og skúlavirksemi.
Ein staður fyri lesihug og læring
Varðin skal kveikja forvitni og lesihug, gera tað lætt at finna tilfar og hjálpa næmingum at finna gleði við einari góðari bók.
Hvat finnur tú í Varðanum?
Bøkur til næmingar
Myndabøkur, lættlisnar bøkur, skaldskapur og yrkisbøkur á fleiri málum. Tú finnur eisini tíðarrit og ljóðbøkur.
Tilfar til lærarar
Læraraleiðbeiningar og námsfrøðiligur lestur til íblástur og undirvísing.
Soleiðis lænir tú
01 / VEL BÓK
Finn bókina á hillini ella leita í bókasavnsskipanini.
02 / SKRÁSET LÁNIÐ
Avgreið lánið sjálv/ur á sjálvavgreiðsluni. Tú nýtir ikki lánarakort.
Næmingar og starvsfólk eru skrásett í skipanini. Avgreið lánið sjálv/ur á sjálvavgreiðsluni; lánarakort er ikki neyðugt.
03 / LAT AFTUR
Vanliga lánitíðin er ein mánaður. Set bókina á hillina við inngongdina, tá tú letur hana aftur.
Lánitíðin er ein mánaður. Set bókina á hillina frammanfyri Varðan við inngongdina, tá tú letur hana aftur.
Upplating og hjálp
Varðin er opin í skúlatíðini. Bókavørður er til staðar part av tíðini. Spyr, um tú hevur brúk fyri hjálp við at finna, læna ella lata eina bók aftur.
Varðin er altíð opin í skúlatíðini, og bókavørður er tøkur ein part av degnum. Spyr, um tú hevur brúk fyri hjálp við at finna, læna ella lata eina bók aftur.
