Búmerkið hjá felagnum
Heim / Skúlin / Trivnaður og stuðul /
Skúlareglur

Skúlareglur.

SKÚLAREGLUR

Greiðar reglur fyri ein góðan skúladag

Felags reglur hjálpa okkum at hava ein tryggan og góðan skúladag. Her finnur tú reglur fyri allan skúlan, tær einstøku deildirnar og ávís evni.

FINN REGLURNAR

Allur skúlin  ·  Deildirnar  ·  Telefonir og onnur evni

Felags reglur

Allur skúlin

Felags reglur hjálpa okkum at hava ein tryggan og góðan skúladag. Opna eisini reglurnar fyri tína deild og evnini niðanfyri.

  • Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna
  • Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini
  • Etið og drekkið í matarsteðginum og annars bert í fríløtunum
  • Søtmeti og sodavatn er bert til serligt høvi
  • Hugnakrókar og líknandi støð skulu ikki brúkast at eta í
  • Tá skúladagurin er av, skulu allir stólar vera hongdir upp undir borðið í minstu støðu
  • Í hvørjum flokki skal røklaskipan vera
  • Meginreglan er, at hvør deild eigur sítt øki
  • Bóltspæl fer fram í høllini, í Látrinum ella uttanfyri.
  • Felagsøkini verða nýtt eftir nærri avtalaðum reglum

Reglur fyri deildirnar

Grunddeild
  • Børnini í Grunddeild fara út í fyrra fríkorterinum
  • Útiøkið er oman til pisurnar og yvir til Tváttá
  • Næmingarnir hava ikki loyvi at brúka fartelefon í skúlatíðini
  • Innandura valdar friður, vit ganga inni og kunnu renna úti
Miðdeild
  • Næmingarnir fara út fyrsta fríkorter (garðvaktin kann geva undantøk, um veðrið er ov vánaligt)
  • Vit lata okkum úr skónum innanfyri úthurðina og seta skógvarnar á hillina í miðdeild
  • Í matfríkorterinum kunnu næmingarnir vera inni, um atferðin er í lagi og reglurnar verða hildnar
  • Næmingarnir skulu ikki handfara tastatur ella teldur í skúlastovuni
Hádeild
  • Næmingarnir lata seg úr skónum við úthurðina og seta teir á hillina uttanfyri floksstovuna
  • Tað er ikki loyvt at vera í útiskóm í høllini
  • Talvurnar/teldurnar skulu bert brúkast í undirvísingini
  • Eingi bóltspøl á Hádeild
  • Øll rudda upp eftir sær
  • Ikki er loyvt at eta og drekka í teimum bleytu møblunum

Telefonir og onnur evni

Telefonnýtsla

Skúlastýrið fyri Skúlan á Argjahamri avgjørdi tann 04.03.2025 at seta telefonforboð í gildi í skúlanum. Forboðið varð sett í verk við skúlaársbyrjan í august 2025. Forboðið fevnir eisini um snild-ur.

Skúlastýrið saman við skúlanum setir hetta forboð í verk, tí vit ynskja, at næmingar skulu fáa betri skúlatrivnað sum heild.

Ein telefonfríur skúli letur millum annað upp fyri

  • styrktum djúphugsni
  • styrktum felagsskapi
  • styrktum kt-dannilsi
  • styrktum trivnaði, spæli og læring

Hava næmingar tørv á at fáa samband við foreldrini, eru telefonir tøkar á øllum deildum. Foreldur kunnu eisini ringja til skrivstovuna hjá skúlanum. Bert í heilt serligum førum verður givið frávik frá forboðinum.

Reglugerð

Um næmingur hevur telefon/snild-ur við uttan loyvi og brúkar tólið í skúlatíð, er galdandi:

Fyrstu ferð
Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.

Aðru ferð
Telefonin/snild-urið verður tikið og latið inn á skrivstovuna. Foreldrini skulu koma eftir tólinum seinast kl. 15.30. Tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.

Triðju ferð
Næmingurin verður sendur heim restina av skúladegnum. Skúlaleiðslan kunnar heimið, og tey fáa eitt avrit av reglugerðini hjá skúlanum heim við.

 

Samskifti
  • Vit hava virðiligt samskifti
  • Vit vísa virðing fyri hvørjum øðrum
  • Niðrandi samskifti og ókvæmisorð verða ikki góðtikin
  • Samskifti fevnir bæði um munnligt og skriftligt samskifti, umframt samskifti á talgildum miðlum
  • Virðiligt samskifti er við til at skapa gott samstarv og ein jaligan felagsskap
Námsferðir
  • Skúlastýrið loyvir 7. flokki at fara námsferð. Tó verður mint á at hugsa um kostnað.
  • Ferðast skal í norðurlondum
  • Ferðast skal ikki meir enn 5 yrkadagar
  • Ferðaútreiðslurnar skulu ikki fara upp um 4000 kr
  • Avtalast skal, hvussu nógvan lummapening næmingar skulu hava við
  • Mælt verður til at søkja Nata ella Hovedstadsfonden Tórshavn - Nuuk - Reykjavík um stuðul
Ognir hjá skúlanum

Skúlabøkur

Næmingar fáa eitt eintak av øllum neyðugum skúlabókum frá skúlanum. Eingangsbøkur verða latnar til ogns, meðan aðrar bøkur verða latnar til láns.

Er skúlabókin ikki funnin eftir eina viku, eru tveir møguleikar at velja ímillum:

  1. Heimið kann keypa nýggja bók til næmingin
  2. Næmingurin kann fáa nýggja bók frá skúlanum við at gjalda skúlanum fyri bókina

Næmingur, sum oyðileggur skúlabók hjá skúlanum, kann velja millum antin at keypa eina nýggja ella rinda skúlanum fyri eina nýggja skúlabók.

Skúlaheftir

  • Næmingar skulu sjálvir keypa øll skúlahefti, teimum tørvar
  • Tað er bert í serligum førum, at skúlin letur næmingum hefti

Herverk

Ger næmingur seg inn á ognir skúlans ella skúlabygningin, verður ein kostnaðarmeting gjørd og rokning send heiminum.

Skúlin á Argjahamri ynskir at uppala næmingar, sum taka ábyrgd fyri sær sjálvum, egnum gerðum og sínum umhvørvi. Ábyrgd og álit ganga hond í hond.