Innskriving.
SKÚLABYRJAN OG FLYTING
Skriva barnið inn
Innskriving fer fram hjá Tórshavnar kommunu. Vel vegleiðingina, sum hóskar til tykkara støðu.
Hvat skulu tit søkja um?
Barnið skal í forskúla
Kommunan hevur vegleiðing og sjálvgreiðslu til innskriving í forskúla.
Barnið skal í 1. flokk
Á síðu kommununnar er vegleiðing um innskriving í skúla og atgongd til plássskipanina.
Barnið skal flyta skúla
Mannagongdin veldst um, hvaðan tit flyta. Kommunan greiðir frá skúlaskifti og innskriving hjá tilflytarum. Setið tykkum eisini í samband við okkara skrivstovu, so móttøkan kann fyrireikast.
Tá barnið byrjar hjá okkum
Sigið skúlanum frá viðurskiftum, sum hava týdning fyri eina góða byrjan. Skúlin fyrireikar flokkin og tekur ímóti nýggja næminginum.
Næmingur og foreldur kunnu koma á skúlavitjan eftir avtalu. Tá fáa tit kunning, kunnu seta spurningar og hitta flokkin.
Kanna freistirnar
Innskrivingarfreistir og mannagongdir kunnu broytast frá ári til ár. Kanna nýggjastu kunningina á viðkomandi síðu hjá kommununi.
Tørvar tær hjálp?
Skrivstovan kann hjálpa við spurningum um móttøku og tøk pláss í skúlanum.
Ring 30 25 10 ella skriva til sah@skulin.fo.
Flyting úr øðrum skúla
Tá talan er um flyting úr øðrum skúla, er týdningarmikið at okkara skúli verður kunnaður, um tað eru serlig viðuskifti hjá næminginum, sum vit skulu taka atlit til, so flytingin kann verða so smidlig, sum gjørligt fyri næming og skúla.
Til ber at seta seg í samband við skúlan á sah@torshavn.fo ella á telefon 302510 millum kl 8.00 – 13.30.
Nýggjur næmingur
Tá nýggjur næmingur skal byrja, verður toymisleiðarin kunnaður um øll viðkomandi viðurskifti hjá næminginum, og nær besta løtan er at byrja.
Toymisleiðarin boðar frá, so borð og stólur er tøkt til næmingin dagin hann byrjar.
Toymisleiðarin kunnar eisini flokkin um nýggja næmingin og skipar móttøkuna saman við teimum.
Toymisleiðarin kunnar á flokssíðuni, at nýggjur næmingur byrjar í flokkinum og heitir á foreldraumboðini um at bjóða hesum nýggju foreldrum við í teir samskiftismiðlar, tey nýta í flokkinum.
Skúlavitjan
Næmingur og foreldur møta til avtalaða tíð á skrivstovuni og fá ta kunning um skúlan, tey hava fyri neyðini í fyrsta umfari. Her hava foreldrini høvi at seta spurningar um viðurskifti, ið tykjast ógreið.
Aftaná verður farið út í flokkin, næmingurin skal ganga í. Lærarar og flokkur taka ímóti og gera sítt til at nýggi næmingurin kennir seg væl. Floksfelagar kunna næmingin um bygningin/skúlan.
Annað
Matarskipanin er á heimasíðu skúlans.